Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Eftir áheitan frá Vága kommunu flutti Tórbjørn Jacobsen hesa røðu fram í bygdarhúsinum í Miðvági í gjárkvøldið, táið Jens Eli Ellefsen varð heiðraður av bygdarfólkinum fyri sín virkna leiklut á ymsum mótum.

Eitt trivaligt hálvt ár er ímillum teir báðar Bob Dylan og Jens Eli Ellefsen. Dylan er tað eldri. Gitni Stones sangarin, Mick Jagger, fyllir áttati ár um eitt lítið ár og leikar í sum ongantíð áður, hóast hann einaferð tók soleiðis til í viðtalu við The Sunday Times: "Rock ’n’ roll, or any kind of pop music honestly, isn’t supposed to be done when you’re in your 70s. It wasn’t designed for that. Doing anything high-energy at this age is pushing it. But that makes it even more challenging. So it’s, like, ‘OK, we’ve got to fucking do this right,’ but it’s got to be as full-on as possible. Of course, you could do another type of music – we´ve got lots of ballads. I could sit on a chair.”

Sum Risin á Leittrabergi og Nornagestur hava Jagger og guitarhetjan Keith Richards runnið pall av palli - kring allan heimin - alla okkara tíð. Samanrunnir í musiska universinum. Richards verður eisini 80 í árinum sum kemur, og hóast farin illa við sær, átøkur einum 3 hundrað ára gomlum eikitræi, heftir tað framvegis ikki fyri hjá honum. Stutt fyri eina heimsturné fyri nøkrum árum síðan, rullandi steinarnir vóru í venjingarlegu á Tahiti, datt hann niður úr einum træi. Breyt bæði beinini og báðar skøvningarnar. Meðan hann liggur har á svørðinum, beinbrotin, kemur ein journalistur frá blaðnum Rolling Stone framvið. Hann spyr meidda guitarleikaran hvussu tað kendist at vera ein livandi legenda, og svarið kom sum úr einum byrsumúla: “That´s better than to be a dead one.”

Ein livandi legenda, javnur í árum við teir omanfyrinevndu, eisini á “a never ending tour”, fær uppibornan heiður í heimbygdini í dag. Troubadoururin á trøðni. Jens Eli Ellefsen. Samanvovin úr ymisku brigdunum úr Rituvík og Miðvági. Úr eini niðursetubygd og eini gamlari bóndabygd, haðan nógvir úrmælingar í mentan og tjóðarlaðing hava sín uppruna. Pauli lýsti munin millum brigdini so væl í útvarpssamrøðu. Miðvingar fóru seigligir til Havnar við Vesturleið triðja hvørt ár, fyri at seta nakrar hart vunnar krónur inn í Sparikassan, skotraðust fram við húsahornunum við keppinum liggjandi niður á eygnabrýrnar, teir ætlaðu at fara úr høvuðsborgini líka ljóðligir sum teir komu, meðan rituvíkingar vóru í Havn annan hvønn mánaða, mest fyri at klippa sær, og komnir í land av mjólkarbátinum í Vágsbotni, leigaði teir hýruvogn niðan á Sjómansheimið. Stórir í slagnum. Niðursetumenn. Nógvar syntesur eru komnar burturúr hesum samanstoytinum millum tesu og antitesu.

Vilhelm Johannesen, sáli, segði mær einaferð frá eini ferð, hann sum landsstýrismaður hevði verið í Vágum saman við Andori Ellefsen, teir skuldu samráðast við kommunurnar um eina læknamiðstøð. Svend Aage og Jens Eli umboðaðu kommunurnar báðumegin við Giljanes. Fróðligur fundur, helt hann fyri, men táið hann eftir fundin spurdi Andor, hví hasir skyldmenninir hjá honum tóktust væl treiskari enn hann, svaraði sálaði kommunulæknin í Havn so diplomatiskt, at tað kundi bara vera tí at hann ikki hevði Højgaard til millumnavn.

Nógvar giftur og nógv samband hevur verið millum hesar báðar bygdirnar. Rituvík og Miðvág. Jens Eli og brøður hansara hava greitt so sera væl frá hesum í Útvarpinum. Teir vóru nógv í Rituvík og sjálvandi hava allir verið við William Martin, sum abbi teirra átti og førdi í áratíggju.

Søgan um niðursetubygdirnar er serlig, - serføroysk. Hetta er søgan um eitt ættarlið av føroyingum, sum ikki bíðaði eftir nøkrum, tey livdu á markinum fyri to be or not to be, í stóran mun snúði tað seg um at yvirliva. Alternativið kundi verið tað sama sum hjá hópinum av fólki í grannatjóðunum Íslandi, Danmørk, Noregi og Svítjóð, sum leitaðu sær burtur í onnur lond, serstakliga til amerikanska meginlandið, sum tá var vónin um eitt frægari lív. Møguleikin fyri niðursetu, í óbygdum, eitt nú í Rituvík, legði ein kink í feudalin, og gjørdist ventilurin sum forðaði fyri, at føroyingar í rúgvum fluttu av landinum at finna sær føði og eitt sámuligt lív.

Sum Rói Patursson tók til í einari yrking:

Bíðar tú eftir, at sólin skal skína,
at líðirnar grønkast,
og alt verður gott?
Bíðar tú eftir at dagarnir blíðkast,
at knútarnir loysna,
at kærleikin kemur í nátt?
Tú eigur eina víða verð
at liva í
Tað finst onki stað á jørð
at bíða í.
Bíðar tú eftir, at ístíðin linkar,
at tey gomlu yngjast,
og at børn koma til?

Bíðar tú eftir, at dreymarnir vinna,
at fløkjurnar greiðast,
tá ið tú veitst tað, ið tú vil?

Um eitt stórt ár kann Rituvíkin hátíðarhalda niðursetuna fyri 150 árum síðan. Niðursetuna í oyðimørk og ringasta brimplássi í landinum. Tey bæði, Per og Nikolina, vóru tey fyrstu, langabbi og langomma Jens Eli, og Viderø lýsir í einum broti, hvussu stríggið tað var: “Tá ið Dánjal Petur og Símun, bróðir hans, vóru smádreingir, fekk Per sær lítlan bát og reri út frá Rytuvík. Í miðjum bakkanum var breið rók. Av henni gjørdi hann stiga niður á helluna. Eftir honum dró hann bátin upp á rókina, har hann stóð og tók á togið, sum var bundið í barðholið á bátinum. Í fyrstuni hjálpti Nikolina honum til tess at halda bátinum á rættkjøli. Seinri tá ið Dánjal Petur og Símun vóru svá frægir, hjálptu teir honum. Men Símun sigur seg minnast, at hann var svá lítil, at hann meir hekk uppi í bátinum, enn at hann hjálpti til at halda honum á rættkjøli, meðan gamli stóð og dró uppi á rókini, sum báturin síðan varð drigin eftir upp á slætt.”

Onnur anekdotan er hendan, umskrivað úr Dagbókini hjá Peri í Rituvík, sum Dánjal Petur legði til rættis: Ein dagin, nakað fyri jól í 1880 – fyri 142 árum síðan og sjey ár eftir at fyrstu fólkini settu seg niður í Rituvík – hevði Per verið burturi í haga í royndini at finna aftur tvær ær, ið vóru rýmdar úr fylginum. Heimafturkomin hevði Nicolina fingið ilt. Verkirnir vóru komnir, - á leið tveir um tíman. Nú ráddi um at fáa jarðarmóðir til bygdina. Hon búði á Strondum. Per gjørdi skjótt av, fekk sær ein drýlbita og ein válgara í skjáttuna og so til gongu. Sum hann gekk ígjøgnum bygdina, varnaðist hann, at run knappliga var komið í sjógvin. Dagin fyri hevði hann verið á floti og hevði væntað liggjandi góðveður í einar tveir dagar. Barometrið hevði staðið høgt. Bátur hansara, “Havgásin”, stóð á niðasta lunni, og hvat var nú til ráða at taka? Sum hann sjálvur tók til: Báturin ella konan? Bátur ella burður?

Hetta er ein av lívsins truplu tvístøðum, sum øll, onkuntíð, liva vit nóg leingi, koma okkum í einaferð fyrr ella seinri. Misti hann bátin stóð hungurin fyri durum – hann var álitið til kost og verðsligt fæ. Bjargaði hann bátinum, kundi barnferðin gerast ein trupulleiki. Hann tók tað, sum vit í dag helst rópa fyri eina eksistentiella avgerð. Fekk Mortans-Óla og Magnus at hjálpa sær at draga bátin niðan frá. Síðan hildu teir um fjallið heim í Heiðar, har teir læntu seksmannafarið frá álitismanninum Peri í Heiðunum. Jarðarmóðirin var heima stødd á Strondum og hálvan triðja tíma eftir at teir høvdu fingið bátin niðan frá, var jarðarmóðurin í túninum í Rituvík. Verkirnir vóru títtari nú – men onki var hent – og tann hálvi tímin, tað tók at bjarga bátinum, gjørdist ikki møguligi meinbogin. Sama kvøldið átti Nicolina eina vælskapta dóttir.

Kom at hugsa um langabba hansara í móðurlegg, hin gitna útróðrarmannin Jørgen á Nesi, táið eg hoyrdi Jens Eli siga frá í Útvarpinum, at tað var sum tá ið toran slerdi niður í høvdið á Saul, Paulusi, táið eyguni á honum og Emmy møttust fyrstu ferð. Hann akandi í einum bili í seyrvágstúnum og hon tilvildarliga til gongu frammanfyri kølaran á hesum sama. Í einum eygnakasti spurdist burturúr ein byrjan, sum framvegs livir sítt góða lív uppi á trøðni. Sum hann sjálvur tók til, í somu sending, tað kundi havt verið øðrvísi, um hann ikki um tað mundið hevði róð út á grønlandsmiðum í samfeld sjey ár, tá kundi ein ørvitisferð á onkrari ólavsvøku, uppi í plantasjuni, á miðjari nátt, og ein hissini kossur, havt tað við sær, at hann endaði sum bóndi á Trøllanesi ella í Sumba. Hvussu tað hevði spælt av, vita vit ikki, men tíbetur bleiv hann verandi í heimbygdini, hvørs mentanarliga fundament hevur givið honum íblástur til at gerast ein viðurkendur yrkjari og tónleikari, ikki bara her í bygdini, men kring um í tjóðini allari. Apropos Jørgen Davidsen, Jørgen á Nesi, so varð hann skotin í Katrinu Sofíu av Syðradali á Kalsoynni. Hetta dámdi bóndahjúnunum á Syðradali, foreldrum hennara, onki. Ein útróðrarmaður hevði ikki tignina til eina hábærsliga bóndadóttir, hildu tey, men tað var aftur sum hjá Saul, toran slerdi niður í høvdið á báðum. Katrina Sofía tænti hjá prestahjúnunum í Ónagerði á Viðareiði, og hann gjørdi ikki mætari enn at rógva fríggjararóður norður hagar, og tá ið hann lá út fyri lendingini kom hon oman við kistuni, har allir ognarlutir hennara vóru goymdir. Haðan róðu tey út á Nes, og úr kjalarslóð teirra liggur ein trivalig fjøld av fólki, spjadd kring um alt landið, - ein teirra er Jens Eli Ellefsen. Ein heil bygd í Føroyum er eisini komin burturúr vandaferðini hjá Jørgeni, tað vóru synir hansara, sum fyrstir settu seg niður í Æðuvík og bygdu hana.

Sum tey flestu havi eg altíð vitað, hvør ið Jens Eli var, havi sungið sangir hansara óteljandi ferðir, - einsamallur og í veitslum. Hann hevur verið sprækin maður á fleiri mótum, og tað hevur gingið sum hjá flestu okkara, upp og niður og øvut. Onkur spurdi einaferð, um Jens Eli eintýðugt kundi eyðmerkjast í brigdunum at vera melankolikari, flegmatikari, sangvinari ella kolerikari. Tað kann hann nevyan, men helst er hann í stóran mun sangvinari. Ein veitslujunkie, sum blíðskortaður varpar gleði og vinsemi kring um seg, er útsnúgvin so tað munar, áhittin, virkisfúsur, bráðræsin og á tremur við orku. Sangvinarin kann kennast kaotiskur og sveiggja í huglagnum, men keðiligur er og verður hann ongantíð.

Frá at hava borið kenslu við hann av almennari umrøðu, gjørdi ein kvinnuligur løgasteinur, at eg kom nærri at honum. Skilji á lagnum, at miðvingar løgdu merki til, at sálmasangurin í kirkjuni sunnudagar fekk eitt annað flog, eftir at vit báðir Jens Eli fóru at kappast um, hvør ið kundi syngja harðast í sálmasanginum. Eftir kirkjugongdina hittust vit annaðhvørt uppi á trøðni ella úti á Bakka. Hugnaligar løtur, har vit flugu á arnarveingjum, og umrøddu heimsstøðuna, søguna og samfelagið.

Tað var úti á Bakka, táið eg sá æðurnar og ungar teirra íkøktar damla inn at lónni, beint undir køksglugganum, at eg veruliga fann kjarnuna í einum av mínum yndissangum í dag: “Í skýming á trøðni, eg hómi á lónni, har dandar eitt æðupar.” Og so hendan virðiliga áminningin – helst ætlað forfedrunum í Rituvík og í Miðvági –  “Kempur so seigar, løgdu inn teigar úr haga til grønkandi bø. Harðvunnar hendur – garðurin stendur við klípum frá hæddum í støð. Her stóðu teir kropnir við haka í hond, teir saksaðu, veltu og gróvu. Treiskir teir bygdu á kroppinum land, meðan sólin sær søkir hav.” 

Á sama hátt sum javnaldrarnir Mick Jagger, Keith Richards og Bob Dylan ferðast troubadoururin á trøðni enn á “a never ending tour.” Hann hugsavnar seg ikki, sum rætt er, um tað farna. Sprækin, kátur og vinskipiligur liggur hann við støðugari framskrúvu við kós inn í framtíðina. Sjálvur tók hann til nú ein dagin, at hann var tann fyrsti yrkjarin og mentamaðurin, av nógvum í bygdini, sum skuldi heiðrast, meðan hann enn var uppi á døgum, og bar tað saman við ein kendan skipara í Miðvági, sum einaferð bleiv borin livandi út frá guðstænastu í kirkjuni, eftir at hann dehydreraður hevði fingið eitt dánilsi og small um á beinkinum.

Tað hevur gjørt mær stóran mun, at vit komu at kennast og gjørdust vinmenn. Hendan heiðurin frá bygdarfólkinum hevur tú so søtliga uppiborið. Mátti hin Alvaldi fylgt tær fram á leið og givið tær eitt eydnuríkt lívskvøld.

Takk fyri høvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo