Bíbilskt trongskygni uttan tolsemi og kærleika tænir ikki Guds ætlan við okkum menniskjum
- Francis Sheaeffer

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bíbilskt trongskygni uttan tolsemi og kærleika tænir ikki Guds ætlan við okkum menniskjum
- Francis Sheaeffer
Tiltøk

Leygardagin var seyðasýning í seyðahúsinum hjá Ognarhaganum, uppi á Símunarbrekku. Fimm hagapartar luttóku. Sýnarar vóru úr Eysturoy. Íalt vóru 54 veðragjólingar og 8 veðrar sýndir. Virðislønir vóru latnar til bestu veðragjólingar nr. 1, 2, og 3. Bestu hagar nr. 1, 2, og 3. Besta veturgamla veðr. Besta eldri veðr.

Bestu veðragjólingar

1. Eigari Petur Müller, Ognarhagin

2. Eigari Valter Ø. Andreassen, Frammihagi

3. Eigari Oluf Müller, Ognarhagin

Bestu hagar

  1. Ognarhagin 17,78 stigum í miðal

  2. Frammihagi 17,50 stigum í miðal

  3. Leynahagi - Framman fyri húsini 17,00 stigum í miðal

Besti veturgamlir veðrar

1. Eigari Valter Ø. Andreassen, Frammihagi

2. Eigari Valter Ø. Andreassen, Frammihagi

3. Eigari Allan Ø. Andreassen, Frammihagi

Besti eldri veðrur

  1. Eigari Zacharias R. Jacobsen, Leynahagi - Framman fyri húsini

  2. Eigari Jógvan Petersen, Norðurhagi

Vit vilja eisini fegin takka tykkum øllum, sum komu niðan í seyðahúsið. Eisini ein tøkk til tykkum, sum hjálptu til og lótu stuðul. Stuttligt at skipa fyri, tá ið undirtøkan er so góð. Sigast má at seyðaeigarar, dáma væl sýningina. Ætlanin er sjálvandi at hava sýning í komandi ári.

Haruhagarnir blivu eisin seldir, Fjallið fór fyri 12.000 Frammihagi fór fyri 18.500 Norðurhagi fór fyri 30.500 Gásafellið fór fyri 19.500 So samanlagt fóru hagarnir fyri 80.500 kr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #