Hagstovan: Roknskaparhagtøl býtt á vinnugreinar eru dagførd fyri árini 2022 til og við 2024 og 2025 er uppgjørt fyri fyrstu ferð. Harumframt eru temasíðurnar dagførdar fyri allar vinnubólkarnar. Temasíðurnar eru at síggja undir breddanum 'Vinna'.
Nýggju hagtølini vísa, at fyri allar vinnur samlað hevur gongdin verið minni góð í 2025 í mun til 2024. Í 2023 høvdu vinnurnar úrslit á 3,8 milliardir krónur, men í 2024 minkaði úrslitið samlað fyri allar vinnur niður á 3,4 milliardir krónur og í 2025 niður á 3 milliardir krónur.
Úrslitið í botnfiskiveiðu hækkaði við 161 milliónum krónum
Í bólkinum ‘Landbúnaður, fiskiveiða og aling’ eru hægstu úrslitini í ávikavist ‘Aling’ og 'Uppsjóvarveiðu'. Innan ‘Aling’ var úrslitið 468 milliónir krónur í 2025, ið er 18 prosent lægri enn í 2024. Í 'Uppsjóvarveiðu' var úrslitið 394 milliónir krónur, ið er stívliga eitt prosent hægri enn í 2024, tá úrslitið var 389 milliónir krónur. Úrslitið vaks mest í 'Botnfiskiveiðu' , har tað er hækkað frá 31 milliónum krónum í 2024 til 192 milliónir krónur í 2025. Góða gongdin í 'Botnfiskiveiðu' sæst eisini aftur í útgoldnum lønum, har tølini vísa, at útgoldnu lønirnar í botnfiskiveiðu vóru 56 prosent størri í 2025 samanborið við 2024.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



