Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw
Lesarin skrivar

Tað er ein smeitur fyri eldraøkið, at ongin flokkur við heilsurøktarum byrjar 1. februar í ár.

Tí eigur útbúgvingarleisturin at gerast smidligari.

Bara í Tórshavnar kommunu er tørvur á 150 heilsurøktarum í dag.

Lat tað vera púra greitt, tað er Undirvísingarmálaráðið, sum hevur skyldu at útbúgva starvsfólk.

Men kommunurnar eru til reiðar.

Tórshavnar kommuna hevur sett tvær milliónir av til at útbúgva heilsustarvsfólk í 2026.

Kommunan var í ferð við at viðgera einastu umsókn, sum kom inn, men hevur síðan fingið boð um, at ov fáar umsóknir eru til at útbúgva seg.

Okkum tørvar tí ein útbúgvingarleist, har starvsfólk, sum longu eru á eldraøkinum, kunnu førleikamenna seg og útbúgva seg sum heilsurøktara ella heilsuhjálpara, meðan tey partvíst eru í starvi.

Tí er neyðugt við einum útbúgvingarleisti, sum er fleksibul, og har undirvísingin í stóran mun er á netinum, á staðnum har næmingarnir arbeiða og aðrar tíðir í heilsuskúlanum í Suðuroynni.

Tað hevði styrkt eldraøkini kring landið beinanvegin.

Tí stórur tørvur er á starvsfólkum innan eldraøkini.

Elsa Berg,
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #