Flogvit er 1% viðføtt og 99% bit og slit
- Thomas E. Edison

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Útflutningurin fyri juni er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin fyri tíðarskeiðið juli 2024 til juni 2025 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.

Fiskavøruútflutningurin er vaksin 84 milliónir krónur, ella 0,7 prosent. Útflutningurin av so at siga øllum fiskasløgum gongur fram, meðan útflutningurin av fóðri, lýsi og líknandi fiskaúrdráttum gongur aftur. Útflutningurin av fóðri, fiskamjøli, lýsi og líknandi fiskaúrdráttum er samanlagt minkaður við meira enn 1,2 milliardum krónum. 

Útflutningurin av laksi vaks 71,7 milliónir krónur hetta tíðarskeiðið. Virðið vaks 1,2 prosent, meðan nøgdin vaks 22 prosent.

Útflutningsvirðið av makreli er vaksið 678,4 milliónir krónur, ella 66,4 prosent. Vøksturin stavar fyri tað mesta frá príshækkingum, tí nøgdin er einans vaksin knøpp 7,3 prosent. 

Sí meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo