Stórar hendingar fara stillisliga fram
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórar hendingar fara stillisliga fram
- úr Børkuvísum
Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 052-059/2026 eftir tingskipanini § 52a til Beinir Johannesen, løgmann, frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni, um ferðaútreiðslur hjá landsstýrinum

Fyrispurningurin var soljóðandi:  
1. Hvussu nógvar ferðaútreiðslur hevur hvørt einstakt aðalráð havt síðani 13. apríl 2026?

2. Hvussu nógvar dagar hevur hvørt einstakt landsstýrisfólk brúkt í útlondum í arbeiðsørindum síðani 13. apríl 2026?

3. Kann væntast, at gongdin verður tann sama komandi tíðina?

4. Kundu hesir pengar og hendan arbeiðsorkan ikki verið raðfest betur?

5. Heldur løgmaður, at tey landsstýrisfólk, sum primert varða av innlendismálum, røkja áhugamál føroyinga best við at verða í Føroyum ella við at ferðast í útlondum?

Svar til spurning 1: 
Løgmansskrivstovan hevur fingið útflýggjað upplýsingar um ferðaútreiðslur hjá hinum stjórnarráðunum síðani landsstýrið varð skipað. Stjórnarráðini eru biðin um at taka allar útreiðslur við, sum higartil eru skrásettar.  

Tað er týdningarmikið at gera vart við, at upphæddirnar niðanfyri fevna um allar ferðaútreiðslurnar hjá stjórnarráðunum. Tað vil siga ikki bert ferðaútreiðslurnar hjá landsstýrisfólkinum, men eisini teimum embætisfólkum, ið ferðast saman við landsstýrisfólkinum, og teimum ferðum, har embætisfólk ferðast uttan landsstýrisfólk.

Upphæddirnar, sum Løgmansskrivstovan hevur fingið upplýst, eru:

##med2##

Viðmerkjast skal, at nakrar rokningar eru goldnar av einum stjórnarráði áðrenn landsstýrið varð skipað, meðan ferðin eftirfylgjandi er gjørd fyri eitt annað stjórnarráð. Eitt ávíst fyrivarni má tí verða tikið fyri, at nakrar ferðaútreiðslur kunnu vera tiknar við í uppgerðina omanfyri, sum ikki er sama stjórnarráð, sum útreiðslan verður bókað á, tá landsroknskapurin fyri 2026 verður liðugur.  

Svar til spurning 2: 
Løgmaður hevur verið 13 dagar uttanlands í arbeiðsørindum.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum hevur verið 30 dagar uttanlands í arbeiðsørindum.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur verið 5 dagar uttanlands í arbeiðsørindum.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur verið 12 dagar uttanlands í arbeiðsørindum.

Landsstýriskvinnan í almanna- og bústaðamálum hevur verið 6 dagar uttanlands í arbeiðsørindum.

Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum hevur verið 16 dagar uttanlands í arbeiðsørindum.

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur verið 13 dagar uttanlands í arbeiðsørindum.

Svar til spurning 3: 
Tað er torført at meta um, hvussu nógv ferðing verður á skránni hjá løgmanni og landsstýrisfólkum komandi tíðina.  

2026 er á summum økjum eitt serligt ár í mun til ferðing. Fyrst og fremst tí Danmark og Føroyar í felag hava formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Formansskapurin hevur havt við sær fleiri uppgávur og størri virksemi í norðurlendska samstarvinum, eitt nú í sambandi við ráðharrafundir á teimum ymisku málsøkjunum. Fleiri av hesum fundum verða hildnir í oktober og november 2026.

Felags formansskapurin í Norðurlendska Ráðharraráðnum endar við árslok 2026, og tí kann væntast, at tann parturin av ferðavirkseminum, sum er knýttur at formansskapinum, verður minni í 2027.  

Harumframt hava Føroyar saman við Grønlandi og Danmark formansskapin í Arktiska Ráðnum frá mai 2025 til mai 2027, sum hevur við sær fleiri uppgávur og økt ferðavirksemi.

Harnæst var tann serliga støða í 2026, at val var bæði í Føroyum og Danmark í mars. Hetta gjørdi, at summar ferðir vórðu útsettar til eftir summarfrítíðina, og tískil hava verið fleiri ferðir í august og september enn vanligt.

Svar til spurning 4: 
Tað er sjálvsagt umráðandi, at bæði pengar og arbeiðsorka hjá landsstýrinum verða nýtt so skynsamt sum gjørligt. Ferðing í arbeiðsørindum skal tí verða neyðug og viðkomandi fyri tær uppgávur, sum landsstýrisfólkini skulu røkja.

Føroyar eru sum heild vorðnar alsamt meira virknar á altjóða pallinum seinastu árini, sum tað eisini er eitt breitt politiskt ynski um. Um Føroyar vilja taka størri lut í altjóða samstarvi og hava ávirkan har, sum avgerðir og samstarv hava týdning fyri føroysk áhugamál, hevur tað eisini við sær, at løgmaður og landsstýrisfólk í størri mun luttaka á fundum og øðrum tiltøkum uttanlands.  

Sum nevnt, hevur m.a. felags formansskapurin í Norðurlendska Ráðharraráðnum havt við sær økt virksemi í 2026. Havast skal eisini í huga, at hetta landsstýrið hevur lutfalsliga fá landsstýrisfólk, sum hvørt sær varða av fleiri málsøkjum. Í hinum norðurlondunum eru samsvarandi uppgávur ofta býttar millum fleiri ráðharrar.

Tað er altíð neyðugt at meta um, hvørjar ferðir eru neyðugar og viðkomandi, og hvørjar uppgávur kunnu røkjast á annan hátt.   

Svar til spurning 5: 
Høvuðsuppgávan hjá landsstýrisfólkunum er at røkja tey málsøki, sum tey hava ábyrgdina av, og størsti parturin av hesum arbeiði fer sjálvsagt fram í Føroyum. Tó ber ikki til at seta tað so einfalt upp, at eitt landsstýrisfólk røkir áhugamál føroyinga best annaðhvørt við at vera í Føroyum ella við at vera uttanlands.  

Málsøki, sum í høvuðsheitum eru innlendismál, eru tó í dag partur av norðurlendskum og øðrum altjóða samstarvi. Tí kann í ávísum førum vera neyðugt ella gagnligt, at landsstýrisfólk luttaka á fundum og tiltøkum uttanlands. Men hetta skal sjálvsagt altíð vigast upp ímóti øðrum uppgávum, herundir arbeiðinum í Føroyum og skyldunum mótvegis Løgtinginum. 

Í Tinganesi, 13. oktober 2026 
Beinir Johannesen 
løgmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #