Uttanríkis- og Fiskimálaráðið: Dómur er nú sagdur í Hægstarætti, har Uttanríkis- og fiskimálaráðið fekk viðhald í málinum millum P/F Thor / P/F Føroya Banka og Fiskimálaráðið, sum snúði seg um royndarloyvi hjá M/S Phoenix.
Málið í stuttum:
Málið snýr seg um djúpvatnstrolaran Phoenix, sum hevði royndarloyvi at fiska stinglaks fram til 2008.
Síðst í 2008 varð talið av royndarloyvum eftir tilmæli frá Havstovuni minkað úr trimum niður í tvey, og royndarloyvini vórðu tillutað øðrum trolarum fyri 2009. Um somu tíð, sum royndarfiskiskapurin varð umskipaður, fór Phoenix á tvingsilssølu og varð keyptur av Føroya Banka. Bankin átti skipið fram til síðst í 2009, tá P/F Thor keypti tað og søkti um royndarloyvi til stinglaks. Umsóknin var sýtt, tí hildið var fram við somu skipan, sum hevði verið í 2009.
P/F Thor og Føroya Banki løgdu málið fyri Føroya Rætt í 2014 við kravi um endurgjald.
Avgerðin hjá Hægstarætti:
Hægstirættur skuldi taka støðu til, um avgerðirnar hjá Ráðnum um royndarloyvir fyri 2009 og 2010 vóru ógildugar, og um Ráðið hevði endurgjaldsábyrgd í hesum sambandi.
Hægstirættur kemur til, at Føroya Banki ikki hevði rætt til royndarloyvi eftir 2008. Bankin hevði hvørki fingið bindandi tilsøgn ella eina rættarvarda væntan um royndarloyvi. Harafturat leyk Bankin ikki eigaratreytirnar í táverandi lóggávu og kundi tí ikki fáa royndarloyvi. Ongin endurgjaldsábyrgd var tí fyri Ráðið viðvíkjandi viðgerðini fyri 2009.
Viðvíkjandi P/F Thor var avgerðin um royndarloyvi fyri 2010 avgerandi. Hægstirættur metir, at avgerðin hjá Ráðnum um tillutan av royndarloyvunum fyri 2010 var innan fyri heimildina í lógini, og at eingin grund er at finnast at henni. Ráðið hevur tí heldur onga endurgjaldsábyrgd í hesum sambandi.
Hægstirættur staðfesti sostatt dómin hjá Eystara Landsrætti frá 21. november 2024, og Uttanríkis- og fiskimálaráðið er frídømt fyri endurgjaldskravið.
Dómurin kann lesast her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



