Samgongan hevur lagt til brots á uttanríkispolitiska økinum við ætlan um at stongja sendistovuna í Ísrael.
Tað ljóðar, at veruliga ætlanin hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum, sambandsmanninum, Bárður á Steig Nielsen, er at punktera ætlanina um at skaffa Føroyum størri uttanríkispolitiskar heimildir.
Sambandsflokkurin tók ikki undir við breiðu semjuni og roynir nú at seta ítøkiligar forðingar.
Tað var nevniliga meðan Bárður á Steig Nielsen var løgmaður, at sendistovan í Ísrael var sett á stovn.
Nú sigur sami maður, at tað ikki er neyðugt at hava sendistovu í Ísrael.
Um ætlanin var at gera bygnaðarbroytingar, kundu aðrar sendistovur verið stongdar, t.d. tann í Keypmannahavn.
Bárður veit at tað skapar politiska órógv og flytur fokus, tá talan er um Ísrael.
Ætlanin eydnaðist í fyrsta umfari.
Fokus er á Ísrael og ikki á veruligu ætlanina hjá Bárði, at leggja fótonglar fyri tilgongdina um víðkaðar uttanríkispolitiskar heimildir.
Sambandið líkist sær sjálvum.
Um átakið hjá Bárði er gagnligt fyri samgongustevið er ivasamt, tí málið hevur skapt øsing bæði í Sambands- og Fólkaflokkinum.
Eitt er vist, málið er ikki gott fyri uttanríkispolitisku støðuna hjá Føroyum.
Ad-hoc toymið
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



