Hon pástóð, at hon nærkaðist 40. Eg mundi spurt hana: frá hvørjum enda
- Bob Hope

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Trý frystilínuskip fiska við Føroyar, eitt við Ísland, eitt við Eysturgrønlandi og tvey sigla heim frá Flemish Kap. Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer væntandi avstað tá veðrið batnar. Skipini við Føroyar og Ísland fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Skipini á Flemish Kap fiskaðu tosk og tað við Eysturgrønlandi fiskar tosk. Væntandi fer okkurt frystilínuskip út í næstum.

Streymurin er brúkiligur í vikuni. Tað verður hampuligt veður, so vit væntað nógvan útróður.

Ein djúpvatnstrolari er á Íslandsrygginum og fiskar tosk og so eitt sindur av blálongu og svartkalva. Hinir liggja við bryggju, men fara út tá veðrið batnar.

Fýra pør eru úti, men væntandi fer okkurt avstað tá veðrið batnar. Fiskaríið er brúkiligt.

Allir trolbátarni liggja við bryggju, men fleiri fara út tá veðrið batnar.

Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Væntandi landa øll í vikuni.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo