Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum
Politikkur

Miðskeiðisvalið í USA týsdagin kann gera tað munandi truplari hjá Donald Trump at fáa sín politikk samtyktan. Men ein valósigur merkir tó ikki, at forsetin fer at halda seg aftur.

Sambært eini greining í Jyllands-Posten kunnu avmarkaðir møguleikar í innanríkispolitikki fáa Trump at leggja enn størri dent á uttanríkispolitikk, har forsetin hevur víðar heimildir.

Journalisturin og rithøvundurin David Cay Johnston, sum hevur fylgt Donald Trump í áratíggju, og skrivað fleiri bøkur um hann, ávarar um, at forsetin kann gerast enn meira óútrokniligur, verður hann kroystur.

- Sjálvt um Demokratarnir vinna meirilutan í Kongressini, verður torført at leggja bond á amerikanska forsetan – serliga í uttanríkispolitikki, sigur hann.

- Vinna Demokratarnir annað ella bæði kømrini, kunnu teir seta kanningar í verk og royna at avmarka játtanir. Men nógvar uttanríkispolitiskar avgerðir krevja ikki undirtøku frá Kongressini, vísir hann á.

Trump kann eisini brúka forsetaboð og sýta fyri at undirskriva nýggjar lógir. Fyri at seta eitt veto til viks krevst tveir triðingar av atkvøðunum í báðum kømrum.

Evropeiskir leiðarar eiga tí, sambært greiningini, ikki at vænta, at ein demokratiskur sigur á miðvalinum í dag einsamallur broytir kósina hjá Trump mótvegis Putin, Ukraina ella NATO.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #