Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw
Lesarin skrivar

Í gjárkvøldið bórust syrgiligu tíðindini um, at eingin flokkur við heilsurøktaralesandi byrjar á Heilsuskúlanum 1. februar sum ætlað.

At eitt alsamt vaksandi starvsfólkatrot er á eldraøkinum og aðrastaðni í heilsu- og umsorganarganarstovnum, hevur verið greitt í fleiri áratíggju.

Tí hava avvarðandi fakfeløg støðugt strongt á politiska landslagið um at gera tað møguligt at útbúgva fleiri heilsustarvsfólk til tænasturnar, sum stovnar undir landi og kommunum bjóða út.

Tað seinasta átakið er løn undir útbúgving, sum skuldi gera tað møguligt hjá fleiri áhugagum at nema sær útbúgving sum t.d. heilsurøktari.

Eftir at tað loksins bar á mál at fáa broytt lógarverkið vóru drúgvar samráðingar um lønarsats- og býti í sambandi við átakið, og nú tað skuldi vera klárt at taka næmingar inn til nýggju heilsurøktaraútbúgvingina, vilja kommunurnar ikki spæla við kortini.

Avleiðingin er, at ein flokkur við 11 næmingum er avlýstur. So við og við hava umsøkjararnir tikið seg aftur, til bert tveir vóru eftir. Tí er flokkurin avlýstur.

Orsøkin tykist vera, at kommunurnar ikki taka trupulleikan við starvsfólkatroti í álvara og nokta at taka ábyrgd.

Sambært Vivie K. Davidsen eru nakrar kommunur spurdar, um innanhýsis mannagongdir eru gjørdar fyri heilsurøktaralesandi hjá sær, hvør skrivar undir lærusáttmála, um avgerð er tikin um, hvussu nógvur peningur skal játtast til læruplássini, hvussu nógv lesandi, kommunurnar vilja gera sáttmála við o.s.fr.

Men eingin av spurdu kommununum hevur so mikið sum svarað spurningunum frá Heilsuskúlanum.

Niðurstøðan má vera, at løn undir útbúgving fungerar ikki í praksis.

Eg standi spyrjandi og hugsi:

Kunnu vit liva við hesum?

Hvussu nógvar kanningar, sum lýsa álvarsomu støðuna skulu gerast fyri at avvarðandi myndugleikar taka støðuna í álvara? 

Bingerð H. Fosságil, forkvinna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #