Símun Jákup Højsted er so misnøgdur við avgerðina hjá bygdarráðnum í Vestmanna at velja annan formann í teknisku nevnd, at hann hevur valt at rýma úr kommununi.
Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, sigur við Frihedsbrevet, at vánalig uppmøting gjørdi, at tekniska nevnd mátti skipast av nýggjum.
- Formaðurin hevur í ár bara møtt á helvtini av fundunum í teknisku nevnd og ikki boðað frá, at hann ikki møtti. Tá ber ikki til at kalla varafólkið inn, og tí hava hinir báðir ofta sitið tveireinir á fundi, sigur hon.
Á bygdarráðsfundinum 12. oktober má alt bygdarráðið skipast av nýggjum, tí Símun Jákup Højsted, sum eisini er varaborgarstjóri, er fluttur úr bygdini.
Sjálvur hevur Símun Jákup Højsted lítlan hug at gera viðmerkingar, men sigur, at hann heldur seg ikki hava møtt so illani upp, sum sagt verður. Hann váttar eisini, at hann hevur tikið avgerðina um at flyta úr Vestmanna orsakað av avgerðini hjá bygdarráðnum um at umskipa teknisku nevnd og av misnøgd við arbeiðslagið hjá kommununi sum heild.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



