Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Fróði Magnussen, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Veiðigjald eftir veruligum avreiðingarprísi
Spurningar:
1. Hvussu metir landsstýrismaðurin um váðan fyri, at veiðigjaldið ger tað ólønsamt at loysa, tá avreiðingarprísirnir falla nógv og oljukostnaðurin samstundis er høgur?
2. Er landsstýrismaðurin sinnaður at broyta avrokningarháttin, so gjaldið verður roknað eftir veruliga avreiðingarprísinum fyri hvørja landing og avroknað so hvørt?
3. Hvørjar lógarbroytingar og umsitingarligar tillagingar krevur hetta, eisini fyri skip, sum virka veiðuna umborð, ella har søluprísurin ikki er endaligur við landing?
4. Vil landsstýrismaðurin viðgera broytingina saman við viðkomandi myndugleikum og vinnuni, og nær kann arbeiðið byrja um so er?
Viðmerkingar:
Veiðigjaldið er, í verandi skipan, eitt fast gjald fyri hvørt kilo í rundari vekt, ásett eftir miðalprísum í einum undanfarandi 12 mánaða tíðarskeiði. Tað fylgir tí ikki prísinum, sum skipið fær fyri ta einstøku landingina.
Fellur fiskaprísurin munandi eftir eitt ár við høgum prísum, skal reiðaríið rinda eitt veiðigjald fyri hvørt kilo, sum byggir á teir eldru, hægru prísirnar. Verandi avrokningarháttur kann tí gera tað ólønsamt at loysa og fiska. Ein høgur oljuprísur økir enn meira um henda váðan. Verða skipini liggjandi, missa manningarnar lønarinntøkur, og landið kann missa inntøkur av bæði lønarskatti og veiðigjaldi.
Veiðigjaldið kann heldur verða roknað eftir tí prísi, sum skipið fær fyri fiskin hvørja landing. Tá minkar gjaldið, um fiskaprísurin fellur, og hækkar, um fiskaprísurin hækkar, eftir somu veiðigjøldum sum í dag. Er søluprísurin fyribils, kann gjaldið rættast, tá endaliga søluuppgerðin kemur. Hetta tryggjar í størri mun, at skip halda fram at fiska og verjir tí eisini áhugamálini hjá manningunum, sum annars kunnu missa lønarinntøkuna, um skipini verða liggjandi.
Á Løgtingi, 15. oktober 2026
Fróði Magnussen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



