Ongin skal lasta middags tónleikin fyrrenn seinasta lagið er av
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ongin skal lasta middags tónleikin fyrrenn seinasta lagið er av
- Børkuvísur
Skúli

Flokkurin 8.ÍA, á Skúlanum á Fløtum, ynskja at vit øll leggja telefonina frá sær eina løtu og VERA SAMAN.

Vit hoyra tað nógv og allatíð: Vit brúka ov nógva tíð á telefonini og framman fyri einum skíggja. Øll gera tað – allatíðina.

Soleiðis var tað ikki fyrr. Fyri fáum árum síðani fyltu fartelefonir nógv minni í gerandisdegnum. Í dag er telefonin altíð við, og aloftas eisini frammi. Hyggið rundan um tykkum. Í bussinum hyggja vit í telefon. Í SMS meðan vit bíða í kø, taka vit telefonina fram. Vit sita saman á café, men hyggja kortini í telefonina. Vit fara enntá til ein fótbóltsdyst fyri at hyggja eftir dystinum, men tó so endar telefonin ofta í hondini fleiri ferðir, ímeðan dysturin er í gongd.

Telefonin er góð til nógv. Men kanska hava vit eisini gloymt, hvussu tað er, bara at vera til staðar, har vit eru.... og saman við teimum, vit eru saman við.

Tað er júst hetta, sum átakið hjá 8.ÍA, "VER SAMAN," skal  varpa ljós á.

"Í sambandi við, at vit skulu savna pening til eina námsferð, arbeiða vit við eina verkætlan, sum vit kalla VER SAMAN – minni skerm, meira nærvera, " sigur 8.ÍA í skúlanum á Fløtum. "Vit kundu sjálvandi keypt chips og sodavatn, koyrt tað í ein posa og staðið vakt í SMS og selt tombolalutaseðlar, so onkur kundi vunnið posan. Men... nei takk."

"Vit vilja heldur brúka høvið til nakað, sum vit halda gevur meining", sigur 8.ÍA, sum saman við flokkslæraranum, Allan Tungá,  vilja vit eggja børnum, ungum og vaksnum til at leggja telefonina frá sær  og heldur gera okkurt SAMAN. Spæla saman. Eta saman. Íðka saman. Fara út saman. Uppliva okkurt saman.

Næmingarnir skulu sjálvir arbeiða við verkætlanini. Tey eru býtt í ymiskar bólkar og skulu millum annað arbeiða við marknaðarføring, video, miðlum, sponsorum, tiltøkum og fíggjarstýring.

Tey eru longu farin í gongd. Fyrsta tiltakið er SAF CUP, ein futsal-kapping fyri gentur og dreingir. Har er hugskotið er tað sama: Burtur frá skíggjanum, savnið vinirnar og spælið bólt saman.

Men SAF CUP er bara byrjanin.

Ætlanin er eisini at fáa fyritøkur og onnur at lata upplivingar, sum fáa fólk at Vera Saman. Tað kann vera alt frá at gera mat saman, venja saman og eta saman, fiska saman ella út í føroysku náttúruna. Upplivingarnar skulu síðani á uppisølu og peningurin fer til námsferðina.

Hetta er fyrstu ferð, vit skipa fyri VER SAMAN, men vit vóna, at hetta kann gerast ein afturvendandi verkætlan, har ein vika á hvørjum ári hevur serligt fokus á minni skerm og meira samveru.

Vit fara í øllum førum at royna.  Og kanska kunnu vit fáa nøkur onnur við okkum eisini        

VER SAMAN 
Minni skerm. Meira nærvera. 

Heilsan 8.ÍA á Skúlanum á Fløtum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #