FSF: Hvønn dag í januar leggur Fótbóltssamband Føroya eina “story” út á Facebook, Instagram og TikTok vangarnar hjá FSF.
Hesar “story” vísa á uppskot um, hvussu tú hvønn dag í januar kanst gera smáar gerðir, sum kunnu styrkja tína sálarligu heilsu og gera, at tú kennir teg betri. Og sjálvandi eru okkara uppskot fótbóltsrelaterað.
Fyrstu “story” liggja longu á Facebook, Instagram og TikTok, og vit byrja við hugtakinum “Ver saman”.
Fylg við, tí onkrar dagar verða eisini kappingar í samband við Virkin Januar hjá FSF.
Les meir um átakið hjá Heilsustýrinum her: ABC fyri sálarliga heilsu (heilsustyrid.fo)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



