Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
Tiltøk

Ert tú millum 13-19 ár? Og dámar tær væl at fáast við list? So kanst tú nú melda teg til eina spennandi røð av verkstovum við listakvinnuni Aldu Mohr Eyðunardóttur.

Kom og skapa títt egna verk og lær um tilfar, um at arbeiða kreativt og um list.

Í samstarvi við listakvinnuna Aldu Mohr Eyðunardóttur skipar Listasavn Føroya fyri kreativari verkstovu í døgunum 11.-12. og 18.–19. septembur. Verkstovan er skipað sum eitt skeið, ið fevnir um fýra dagar, fyltir við eini spennandi skrá.

Vit møtast fríggjakvøldið 11. sep. kl. 17-20 og halda fram leygardag 12. sep. kl. 10-16.

Vit møtast aftur vikuskiftið eftir, fríggjakvøld 18. sep. kl. 17-20 og leygardag 19. sep. kl. 10-16. Vit enda við eini fernisering leygardag 19. sep. kl. 16-18.

Pláss er fyri 25 luttakarum. Til ber at tekna seg til verkstovuna við at senda ein meyl til info(at)art.fo. Viðmerk navn og aldur. Tit fáa nærri kunning um verkstovuna sendandi við meyli.

Tað er ókeypis at luttaka á verkstovuni.

Alda (f. 1997) er nýliga útbúgvin á Kunstakademinum í Keypmannahavn og hevur royndir við nýggjastu lærutilgongdunum innan list. Endamálið við verkstovuni er at geva listaáhugaðum ungum innlit í arbeiðhættirnar hjá einum ungum yrkislistafólki og at styrkja listaliga tilvitið. Vit fara at arbeiða praktiskt við at skapa verk og fara eisini at práta um list og um at skapa týdning við einum listaverki.

Statens Kunstfond “Huskunstnerordningen” hevur stuðlað verkstovuni.

”Endamálið við “Huskunstnerordningen” er at geva børnum og ungum upp í 25 ár møguleika fyri at møta einum yrkislistafólki og fáa innlit og royndir við listaligum arbeiðsháttum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #