Varða teg fyri smáum lekum. Teir søkkja eisini stór skip
- Benjamin Franklin

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Varða teg fyri smáum lekum. Teir søkkja eisini stór skip
- Benjamin Franklin
Vinna

P/F Vestmanna Fiskavirki hevði eitt munandi betri úrslit í 2025 enn árið fyri. Ársúrslitið var 13,2 milliónir krónur, samanborið við 7,8 milliónir krónur í 2024.

Bruttovinningurin vaks úr 45,3 milliónum krónum í 2024 upp í 50,6 milliónir krónur í fjør. Samstundis hækkaði rakstrarúrslitið úr 11,5 milliónum krónum upp í 16,9 milliónir krónur. Úrslitið áðrenn skatt var 16,1 milliónir krónur.

Sambært leiðsluni var úrslitið munandi betri enn væntað. Upprunaliga varð roknað við einum úrsliti áðrenn skatt upp á umleið 10 milliónir krónur. Høvuðsorsøkin til framgongdina var hægri avreiðingarprísur, meðan nøgdirnar vóru á leið sum væntað.

Eginognin hjá felagnum vaks úr 62,9 milliónum krónum upp í 76,1 milliónir krónur. Samlaða skuldin minkaði samstundis úr 33,8 milliónum krónum niður í 21,6 milliónir krónur. Felagið hevði við árslok 38,6 milliónir krónur í tøkum peningi.

Nevndin skjýtur upp at rinda eigarunum fimm milliónir krónur í vinningsbýti.

Leiðslan væntar eitt úrslit áðrenn skatt millum 10 og 15 milliónir krónur í 2026. Roknað verður við minni nøgdum, men at avreiðingarprísurin fer at halda sær á sama stigi sum seinna hálvár 2025.

Eyðun Olsen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #