Býttleiki nýtist ikki at vera óndur. Men óndskapur er altíð býttleiki
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Býttleiki nýtist ikki at vera óndur. Men óndskapur er altíð býttleiki
- úr Børkuvísum
Krutl

Myndirnar sýna farmaskipið Oliviu Mærsk, 50.000 tons, og 2. stýrimann Óla Olsen við walkie-talkie í Panamaveitini 1973.

Seinast søgdu vit frá uttanlandsferð eftir realskúlan í 1966. Sama heystið fór eg til Nýfundlands á saltfisk við línubáti. Sigldi síðani við føroyskum fiskiskipum til heystið 1970, tá ið eg fór á Føroya sjómansskúla. Tók stýrimansprógv til jóla 1972 og skipsføraraprógvið á sumri 1973.

Nú skuldi útbúgvingin roynast í verki. Umsóknin til A.P. Møller var ikki meir enn farin avstað, tá ið hýruvognsførari kom við fjarriti, at eg skuldi mynstra sum 2. stýrimaður við Oliviu Mærsk. Eisini fekst at vita, at ferðaseðil við flogfari var umbiðin eins og hotellkamar í Keypmannahavn.

Í danska høvuðsstaðnum vitjaði eg stóru reiðarafyritøkuna. Ymist var at fáa upp á pláss, umframt at eg varð settur at loysa skrivligar uppgávur. Dagin eftir fekk eg so ferðaseðil til Rotterdam, har ið mynstrast skuldi umborð á 50.000 tons stóra bulkcarriaran (farmaskipið) Oliviu Mærsk.

Í Rotterdam koyrdi agenturin meg oman á bryggjuna. Hevði valla sæð so stórt skip áður. Høgt at ganga upp eftir landgongdini, og alt tóktist so stórt og ógvusligt. Má viðganga, at sjálvsálitið stóð sína roynd, nú eg skuldi ganga á odda í hesum nýggja umhvørvi.

Við sleipibátum í báðum endum varð farmaskipið forhálað sama kvøldið og bundið í boyur úti á streyminum, so klárt var at ferma frá prámum morgunin eftir. 1. stýrimaður var frammi á bógnum, 2. stýrimaður afturi á reyv og yvirstýrimaðurin saman við skiparanum á brúnni. Samskiftið okkara millum var við walkie-talkie. Nakrar dagar seinni vóru lastirnar fullar av koli, og lagt varð frá landi við kós móti Taranto í Suðuritalia.

Skipari var K. Helm Petersen, dani, yvirstýrimaður Kjartan Justinussen, føroyingur, 1. stýrimaður Vassiliadis, grikki, og eg 2. stýrimaður. Týskarin, Claus Wulff (?), sum eg avloysti, var við til Italia, nú hetta var fyrsti túrur hjá mær sum yvirmaður. Stýrimenninir gingu vakt á brúnni, og skiparin kom upp at vitja av og á. Radararnir vóru álítandi, deccatólið eisini, og ómakaleyst var at seta út í kortið

Úr Italia lá leiðin til Mauritania í Vesturafrika at ferma jarnmálm. Komnir úr Gibraltarsundinum og reiðiliga farnir at sigla suður við Vesturafrika, bar ikki til at sigla eftir decca meir. Stjørnufrøðilig sigling – at sigla eftir sól og stjørnum – var hereftir veruleiki.

At sigla eftir sól og stjørnum
Á middegi dagin eftir kom skiparin upp á brúnna og bað meg fara eftir sekstantinum, so skuldi hann taka sín. So báðir út á brúgvaveingin lið um lið at taka sólina, tá ið hon kulmineraði (kom í hæddina). Hetta at taka sólarhædd á middegi og rokna middagsbreiddina gjørdist skjótt rutina.

Stjørnukanningar krevja meir. Kronometur (snórabein klokka) og stoppur eru neyðug, umframt at útrokningar skulu gerast, áðrenn farast kann í bókarverk (HO 214) at finna bestu stjørnurnar. Fyri hvørja stjørnuhædd við sekstantinum skulu kronometur, stoppur og logg avlesast. Vanliga vóru í minsta lagi tríggjar (og í mesta lagi sjey) stjørnur tiknar at fáa álítandi kannað stað.

Sambært observatiónsbók míni á Oliviu Mærsk tók eg bert ta eina ferðina allar útvaldar stjørnur. Tær vóru: Kochab, Vega, Altair, Antares, Spica, Denebola og Dubhe. Fyri hvørja stjørnuhædd fekst ein linja, har ið skipið var statt onkustaðni, og har linjurnar skórust, var so kannað stað.

Óboðin gestur umborð
Úr Mauritania varð farið longu leiðina til Japan suður um Afrika. Leysir av Suðurafrika varð lagt á Indiahav við kós móti Sundastrætinum, smala sundinum millum Sumatra og Java. Men so varð kósin broytt, og skipið fór gjøgnum Malaccastrætið til Singapore. Orsøkin var, at persónur, sum í loyndum var komin umborð í Mauritania, voldi trupulleikar.

Í grundini sníktu tveir seg umborð í Vesturafrika. Annar varð funnin og fór í land við loðsbátinum. Hin fjaldi seg í bjargingarbáti og kom ikki fram fyrr enn á víðum havi. Hann fekk nýggj klæði og settur at arbeiða í kabússini, á kokkadeildini. Hann treivst væl fyrstu dagarnar, men so broyttist atburðurin smátt um smátt. Eitt kvøldið endaði heilt galið. Hann hevði tikið eina brennivínsfløsku úr køliskapinum og gjørdist frá sær sjálvum.

Skiparin gav okkum stýrimonnum boð um at handtaka mannin og leggja hann í handjørn. Tá ið hann so breyt seg leysan, og hættisligur bardagi tók seg upp á dekkinum, tók skiparin avgerð um seta inn í Singapore við honum. Har legði løgreglubátur at borði og førdi mannin í land.

Av hesum sama gjørdist ferðin til Japan drúgvari enn ætlað – 33 dagar. Í Japan fingu vit nakrar tiltrongdar dagar fyri akkeri, eina viku ella tvær. Í fjarskotna landinum varð skipað upp í tveimum havnum.

Til Australia eftir aluminiumsmálmi
Úr Japan lá leiðin til Australia eftir bauxitfarmi (aluminiumsmálmi). Haðan varð lagt um Kyrrahav, gjøgnum Panamaveitina til Texas at skipa upp. So varð kósin sett móti New Orleans at ferma korn til Rotterdam. Jólini 1973 hildu vit á Mississippiánni, eitt sindur norðan fyri New Orleans.

Úr New Orleans varð lagt um Atlantshav til Rotterdam. 12. januar 1974 kastaðu vit akker á Rotterdam Outer Roads, og við hesum vart tú komin aftur til havnarbýin, har ið tú mynstraði umborð 21. august 1973.

Vit sigldu kring jørðina eystureftir, og klokkan varð flutt fram, so hvørt komið varð fram á leið. Men tá ið so farið varð um datolinjuna, fingu vit tveir mánadagar upp í slag (dag um dag), so vit vóru ikki framman fyri okkara tíð, tá ið av tornaði.

So varð farið til Narvik í Norðurnoregi eftir jarnmálmi, ið verður fluttur eftir jarnbreytini úr Svøríki. Málmurin varð skipaður upp í Nordenheim (nær Bremerhaven) í Norðurtýsklandi.

Eftir hetta fóru vit at sigla farleiðirnar: Italia-USA og Italia-Suðuramerika. Í Venezuela í Suðuramerika keypti eg stóran eiturkopp. Tá ið eg hevði verið umborð í 11 mánaðir, mynstraði eg av og fór heim til Føroya at halda frí.

Tá ið rætt skal sigast, so lá leiðin til Roskilde fyrst at vitja eina fitta damu, sum mynstraði umborð í Japan. Í Danmark tóku vit okkum av løttum nakrar dagar, vóru eitt nú útferð á Roskildefirði við gomlum hugnaligum fari, og síðani bæði til Føroya at ferðast.

Óli Olsen skrivar um siðsøgu á VP

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #