Ongin skal lasta middags tónleikin fyrrenn seinasta lagið er av
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ongin skal lasta middags tónleikin fyrrenn seinasta lagið er av
- Børkuvísur
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna 
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum 
Evni:  Fiskavirkisskipanin og arbeiðsgevarar

Spurningar:   
1. Hvussu nógv er útgoldið úr fiskavirkisskipanini seinastu 10 árini?

2. Hvørjir eru teir 10 størstu arbeiðsgevarar, hvørs arbeiðsfólk fáa stuðul úr fiskavirkisskipanini?

3. Hevur landsstýriskvinnan nakrar ætlanir um at broyta fiskavirkisskipanina, so hon verður meira skynsom?

Viðmerkingar: 
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur víst á, at stuðulsskipanir sum t.d. fiskavirkisskipanin eiga at verða avtiknar.

Tað sama siga summir arbeiðsgevarar í alivinnuni, hóast hesir sjálvir hava starvsfólk í fiskavirkisskipanini.

Vit vita, at alivinna og stórur partur av fiskivinnuni eru tær vinnur, sum eru mest lønsamar og hava verið tað í fleiri ár. Allíkavæl eru starvsfólk í júst hesum vinnum í fiskavirkisskipanini, sum í roynd og veru betalir fólki fyri ikki at vera til arbeiðis.

Vit hava lægsta arbeiðsloysi í Europa. Okkum tørvar arbeiðsmegi, bæði í privata og almenna geiranum. Hóast trot er á arbeiðsmegi, verða ávísar vinnur stuðlaðar og fasthalda soleiðis arbeiðsmegi í størvum, sum ofta ikki løna seg – samstundis sum skipanirnar forða arbeiðsmegi í at arbeiða í øðrum vinnum ella økjum, har tørvurin er stórur. 

Á Løgtingi, 1. oktober 2026 
Liljan Weihe

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna 
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum 
Evni:  Fiskavirkisskipanin og útlendingar

Spurningar:   
1. Hvussu nógvir útlendingar arbeiða í Føroyum, og hvussu nógv hava arbeitt í Føroyum seinastu 10 árini?

2. Hvussu nógvir útlendingar eru í fiskavirkisskipanini og hava verið tað seinastu 10 árini?

3. Hvussu stórur partur av útgjøldunum úr fiskavirkisskipanini er farin til útlendingar seinastu 10 árini?

Viðmerkingar: 
Vit hava í nógv ár havt metlágt arbeiðsloysi. Samstundis eru føroyingar millum heimsuns virknastu á arbeiðsmarknaðinum. Tí hevur verið neyðugt at innflyta útlendska arbeiðsmegi. So nógva, at tað er farið at tyngja okkara vælferðarskipanir og krevur nýggj átøk innan integratión.

Tað er gott og neyðugt, at vit hava nokk av arbeiðsmegi, og tað er eisini gott og neyðugt, at okkara útlendska arbeiðsmegi verður væl integrerað í okkara samfelag.

Tað er tó ikki gott og óneyðugt at innlyta arbeiðsmegi til arbeiðsloysi, sum síðani verður stuðlað gjøgnum fiskavirkisskipan.

Tí er áhugavert at fáa at vita, hvussu gongdin hevur verið seinastu 10 árini. 

Á Løgtingi, 1. oktober 2026 
Liljan Weihe

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #