Framtíðin kemur ofta ófráboðað
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framtíðin kemur ofta ófráboðað
- George F. Will
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari:  Grímur Sundstein, løgtingsmaður 
Svarari:  Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum 
Evni:  Prosjektering av tunlinum til Vestmanna

Spurningar:   
1. Nær verður væntandi klárt at fara undir at prosjektera tunnilin til Vestmanna?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at leggja verklagslóg um tunnil til Vestmanna fram fyri Løgtingið hesa tingsetuna?  

3. Ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta tunnilin til Vestmanna frammarliga í nýggju langtíðarløguætlanini?

Viðmerkingar: 
Vestmannatunnilin er ein týðandi samferðsluverkætlan, bæði fyri Vestmanna, Norðurstreymoy og vegakervið sum heild. Verkætlanin gevur møguleika at styrkja og stytta ferðasambandið í Norðurstreymi og at betra um ferðslutrygdina á einum av hægstu farleiðunum í landinum, ið er millum tær mest óhøgligu um veturin.  

Í 2019 varð farið undir at fyrireika og prosjektera tunnil til Vestmanna. Síðan 2022  hava játtanirnar verið brúktar til at kanna, hvørjar loysnir kunnu gerast, eins og jarðfrøðiligar kanningar eisini eru gjørdar.

Á fíggjarlógini fyri 2026 eru játtaðar 2,4 mió. kr. til at halda fram at fyrireika nýggju farleiðina til Vestmanna.

Við atliti til at verkætlanin hevur verið í gongd í fleiri ár, er viðkomandi at fáa lýst, hvussu langt arbeiðið er komið, og um verkætlanin er liðugt prosjekterað, soleiðis at farast kann undir at gera ein tunnil til Vestmanna.

Tá ið projekteringin fyriliggur, er næsta stig at leggja verklagslóg um tunnil til Vestmanna fram fyri Løgtingið, soleiðis at verkætlanin kann bjóðast út. Í hesum sambandi er áhugavert at fáa lýst, hvussu arbeiðið við einari verklagslóg fyri Vestmannatunnilin gongur, og hvønn leiklut verkætlanin hevur í komandi langtíðarløguætlanini hjá landinum.

Fyri at fáa greiðu á støðuni viðvíkjandi Vestmannatunlinum verður hesin fyrispurningur settur 

Á Løgtingi, 1. september 2026 
Grímur Sundstein

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #