"Drápsmenn!"
- Arturo Toscanini, við orkestrið

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

"Drápsmenn!"
- Arturo Toscanini, við orkestrið
Innlendis ítróttur

Ólavur Mikkelsen og hansara menn taka týskvøldið móti Íslandi á Tórsvølli - Mynd: Jóhanna Thomsen

Ólavur Mikkelsen og hansara menn taka týskvøldið móti Íslandi á Tórsvølli - Mynd: Jóhanna Thomsen

Ólavur Mikkelsen og hansara menn taka týskvøldið móti Íslandi á Tórsvølli - Mynd: Jóhanna Thomsen

FSF: – Síðani sigurin móti Íslandi, sum var í septembur í fjør, eru fleiri av okkara leikarum fluttir upp á A-landsliðið, og tað er sjálvandi sera gleðiligt. Samstundis hevur tað givið øðrum spælarum møguleikan at vísa seg fram á hesum stiginum.

– Men Ísland er væl koyrandi í løtuni og vann fyri fáum døgum síðani ein sannførandi sigur á Sveis. Teir spæla framvegis fyri møguleikanum at røkka EM-endaspælinum komandi summar, so vit vænta ein truplan og spennandi dyst.

Tað sigur Ólavur Mikkelsen, venjari hjá føroyska U21-landsliðnum, sum í annaðkvøld tekur ímóti Íslandi á Tórsvølli. Talan er um síðsta dystin í undankappingini til EM 2027.

Áðrenn seinasta umfar í bólkaspælinum er Frankaríki fremst við 23 stigum, Sveis hevur 17 stig, meðan Ísland er á triðja plássi við 15 stigum.

Íslendingar kunnu enda á øðrum plássi, um teir vinna á Føroyum, samstundis sum Sveis ikki vinnur á útivølli ímóti Frankaríki.

– Vit hava eisini havt eina góða undankapping og ætla at enda kappingina við einum góðum avriki á heimavølli, sigur Ólavur Mikkelsen við heimasíðuna hjá FSF.

U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Ísland byrjar klokkan 18:00. Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #