Kom til almennan granskingardag á Landssjúkrahúsinum hósdagin 5. november kl. 14-16 í forhøllini.
Talan er um ein seinnapart við framløgum um nýggjastu gransking innan føroyska heilsu, postarum, kaffi og práti.
Fyrst heldur danski professarin og læknin John Brandt Brodersen eina framløgu um nyttuna av heilsukanningum/screening av frískum fólki. Síðan verður ein kaffisteðgur, har høvi verður at síggja framsýning av fleiri enn 20 postarum.
Aftur í ár verður skipað fyri kapping millum tey, ið hava sín postara á framsýningini í samband við Granskingardagin. Heiðursløn verður latin til tann postara, ið flestir luttakarar á Granskingardegnum atkvøða fyri.
Eftir kaffisteðgin verður høvið at hoyra fimm stuttar framløgur á 5 min. hvør, við úrslitum frá fimm sera ymiskum granskingarverkætlanum. Eisini verður heiðursløn givin fyri ‘bestu’ framløgu. Tað verður Brynhild Thomsen, journalistur, sum velur bestu framløgu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



