Skjótasti mátin at missa álitið á fólkastýri er at práta í 5 minuttir við tann meiniga veljaran
- Winston S. Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skjótasti mátin at missa álitið á fólkastýri er at práta í 5 minuttir við tann meiniga veljaran
- Winston S. Churchill
Vinna

Suðuroyar Vinnulívsfelag: Vinnufyritøkur, virkir og stovnar í Suðuroy hava nú møguleika at gerast limur í einum virknum vinnulívsfelag. Suðuroyar Vinnulívsfelag varð stovnað hóskvøldið 27. Aug. á stovnandi aðalfundi í miðnámsskúlanum í Hovi.

Á stovnandi aðalfundinum blivu viðtøkur viðtiknar, og nevnd vald at stjórna felagnum. Vald vóru 5 limir og 2 eykalimir:

Kristian Stórhamar

Rakul Borg Brattaberg

Ragnar West

Filip Hammer

Tórður Thomsen

Eykalimir:

Ólavur Bjarkhamar

Arosiak Hammer

Nevndin skipaði seg beint eftir fundin við Kristian Stórhamar sum formanni.

Á fundinum var breið semja um, at tørvur er á einum virknum vinnulívsfelag í Suðuroynni, sum kann virka fyri fjølbroyttu vinnuni í Suðuroynni. Endamálið við Vinnulívsfelagnum er at geva vinnulívsfólki í oynni høvi at møtast regluliga, og fáa íblástur og stuðul frá hvørjum øðrum. Ætlanin er at skipa fyri nøkrum árligum tiltøkum fyri limir.

Nevndin stakk longu eftir fundin 2 tey fyrstu tiltøkini, nevnd vinnuting, har bjóða verður til viðkomandi framløgur, netverkan og lætt ábit. Hesi bæði vinnutingini verða ávikavist 25. September og 6. November. Felagið fær eisini innan stutta tíð eina heimasíðu, har kunnað verður um virksemið hjá felagnum.

Nýggir limir vælkomnir
Kristian Stórhamar, fyrstvaldi formaður í Suðuroyar Vinnulívsfelag, sigur, at allar fyritøkur í Suðuroynni eru vælkomnar at tekna seg sum lim í felagnum. Jú fleiri ynskja at gerast limur, tess sterkari og fjølbroyttari verður felagið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #