Ongin skal lasta middags tónleikin fyrrenn seinasta lagið er av
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ongin skal lasta middags tónleikin fyrrenn seinasta lagið er av
- Børkuvísur
Bøkur

Seinnapartin vórðu virðislønir M. A. Jacobsens 2026 handaðar í Auluni í Finsen.

Virðislønir M. A. Jacobsens vórðu latnar hesum: 

  • Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2026 varð latin Anniku Kunoy Im og Tóru Effersøe Mortensen fyri bókina Tað, sum eftir er - smakkir úr og søgur um avroð. 

  • Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2026 varð latin Trygva Danielsen fyri bókina hey :) tað metamodernistiska dómadagsmanifestið anno domini MMXXV et in futurum.

  • Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2026 varð latin Suna Merkistein. 

  • Virðisløn M.A. Jacobsens fyri barnamentan 2026 varð latin Urd Johannesen fyri bókina Ferðin til Kongurvág.

Grundgevingarnar hjá nevndunum vóru hesar:

M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir 2026 verður latin Anniku Kunoy Im og Tóru Effersøe Mortensen fyri bókina Tað, sum eftir er - smakkir úr og søgur um avroð. 

Í hesi estetisku bók traðka siðbundna matmentanin og landbúnaðurin inn í nútíðina. Avroðini, sum í dag eru lítilsmett, fáa við hesi bók hægri tign. Bæði sum konsept og sum liðugt verk er bókin serstøk.

Søgurnar í bókini eru um samanhald, um burðardygd og um at halda fast í siðvenjum í eini tíð, har vit verða alsamt meiri ávirkað av heiminum kring okkum. Eins og bókin er vøkur, fær bókin okkum eisini at síggja tað vakra í avroðunum, sum annars í stóran mun enda sum burturkast. 

Bókin skarar eisini framúr í síni heild, sum við livandi teksti, vøkrum myndum og snøggari uppseting lýsir avroð sum serligt og virðismikið tilfeingi, men eisini við uppskriftum, sum geva lesaranum íblástur til at gagnnýta hetta tilfeingið. Tað, sum eftir er er eitt frálíkt verk, sum bæði ríkar siðbundnu føroysku mentanina og letur eyguni á lesaranum upp fyri tí ríkidømi, vit longu hava.

M.A. Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir verður latin Trygva Danielsen fyri bókina hey :) tað metamodernistiska dómadagsmanifestið anno domini MMXXV et in futurum.

hey :) er ein sjáldsama óunnilig bók um einsemið hjá ungum dreingi, sum situr í einum kjallara framman fyri telduni dag og nátt. Sambond hansara við onnur menniskju eru avmarkað og sum heild miseydnað. Framman fyri telduni er hann sum eitt tómt ílat, ið fyllist við søgum um ein syndraðan heim. Teksturin í bókini er settur upp sum boð í kjatti, og orðalagið er hareftir. Á teimum viðhvørt tómu síðunum í bókini røkkur ráðaloysið inn í lesaran.

hey :) er ein dystopisk søga um neyðarsliga vreiði hjá ungum dreingjum, sum illa duga at vera til í samfelagnum, og hvørs sambond við onnur menniskju sum oftast eru talgild. Við undirheitinum “tað metamodernistiska dómadagsmanifestið” verður sóknast eftir einum øðrum slagi av søgum, har loyst verður upp fyri teimum mótsetningum, sum eyðkenna dagsins samfelag. hey :) tað metamodernistiska dómadagsmanifestið anno domini MMXXV et in futurum er listaliga væl hugsað og gjørd og rakar beint inn í samtíðina.

M.A. Jacobsens virðisløn fyri annað mentanaravrik 2026 verður latin Suna Merkistein fyri hansara meistaraligu og dygdargóðu mentanarsendingar og frásagnir í Kringvarpi Føroya.

Suni Merkistein hevur við sínum arbeiði og sendingum gingið undan og varpað ljós á søguligar, mentanarligar og listaligar varðar í føroyska samfelagnum.

Talan er um týðandi og virðismikla dokumentarismu, ið hevur stórt samfelagsligt virði. Sendingarnar varðveita og hjúkla um mál, mentan, siðaarv og samleika føroyinga. Tær bera brá av ídni og eldhuga – frá hugskoti og handriti til endaliga úrslitið. Evnini, ið lýst verða, spenna víða og fevna við sama sóma og virðing ta breiðu, fólksligu mentanina og hámentanina.

Eisini ítróttafrásagnir Suna Merkisteins eru dømi um tað. Stílurin er egin og hugflogið stórt. Málsliga er Suni Merkistein kringur sum fáur. Málið er livandi. Gott, gamalt føroyskt verður hildið í hevd, men nýggj orð og brigdi troka seg eisini á. Við síni eyðkendu rødd, stóra orðfeingi og dárandi kynstri at siga søgur hevur Suni Merkistein í áratíggju rúnabundið og ríkað føroyingar.

M.A. Jacobsens virðisløn fyri barnamentan 2026 verður latin Urd Johannesen fyri bókina Ferðin til Kongurvág.

Ferðin til Kongurvág er ein spennandi og hugfangandi barnabók, sum tekur børn í álvara. Ólavur er upptikin av Minecraft og hevur ilt við at leggja spælið frá sær. Men í innganginum hóma vit eina frásøgn um ótta, dirvi og vinalag.

Í Minecraft hevur Ólavur tamarhald á støðuni. Har loysir hann uppgávur og stýrir sínum heimi. Men tá hann skal sova, kemur marran, og henni fær hann ikki tamarhald á. Andsøgnin millum talgilda heimin, har hann stýrir, og tann innara heimin, har hann kennir seg sleptan upp á fjall, er beinrakin.

Tá ein eiturkoppur byrjar at tosa, letur bókin dyrnar upp til ein hugflogsríkan heim. Saman fara teir á ferð, har Ólavur verður bjóðaður av og lærir at standa ímóti tí, sum ræðir hann. Kortini megna teir báðir at samskifta og skilja hvønn annan, og at enda gerast teir vinir.

Silja Eystberg hevur hegnisliga myndprýtt bókina við dramatiskum og litføgrum myndum, ið stuðla og geva søguni eina eyka dimensjón.

Ferðin til Kongurvág flættar Minecraft, hugflog og barnsins innara lív saman og lýsir vinalag tvørtur um ymiskleikar. Bókin vísir, hvussu dirvi ikki er óttaloysi, men førleikin at halda fram, hóast óttin er til staðar.

Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð, bjóðaði vælkomin og Elsa Berg, borgarstjóri, handaði virðislønirnar.

Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð, bjóðaði vælkomin og Elsa Berg, borgarstjóri, handaði virðislønirnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #