Flogvit er 1% viðføtt og 99% bit og slit
- Thomas E. Edison

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Innflutningurin fyri juni er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12 mánaða tíðarskeiðið frá juli 2024 til juni 2025 samanborið við undanfarna uppgerðarár.

Innflutningurin er minkaður 532 milliónir krónur. Størsti parturin av hesi minking stavar frá minni innflutningi av skipum. Eisini er minni innflutt av makreli, sum er at finna í bólkunum "matvørur og livandi djór". Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 146 milliónir krónur. Hetta er bæði tí prísurin er lægri og nøgdin er minkað.

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 505,8 milliónum krónum ella góð 17 prosent. Skipini eiga 382 milliónir krónur og akførini 63 milliónir krónur av hesi minking.

Sí meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo