Býttleiki nýtist ikki at vera óndur. Men óndskapur er altíð býttleiki
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Býttleiki nýtist ikki at vera óndur. Men óndskapur er altíð býttleiki
- úr Børkuvísum
Skúli

Skúlablaðið: Evnini at hugsavna seg um skúlaarbeiðið versna. Bæði, tí at næmingar eru vanir við at fáa alt serverað gjøgnum myndir/ljóð, men eisini tí, at teir mangan sova ov lítið. Tað sigur Annvør Nielsen í samrøðu við Skúlablaðið.

- Hetta síggja vit sera væl í eldru flokkunum. Snildfonin og skíggjanýtslan er heilt víst ein av høvuðsorsøkunum til øðrvísi barnalyndið og broyttu lærarauppgávuna.

Á Læraradegnum í februar vísti Hans Harryson, námslektari í Námsvísindadeildini, á kanning, sum kundi bent á snildfonina sum eina høvuðsorsøk til støðuna í skúlunum, tí næmingar brúka í miðal 7,8 tímar um døgnið til ymiska skíggjanýtslu, sum ikki er skúlating.

- Havi eisini mangan lagt til merkis, at børn sleppa at sita og hyggja í telefonina, tá ið familjan er á matstovu. So órógva tey ikki. Men tey eru heldur ikki nærverandi – tey missa samrøðuna, forvitnið og áhugan fyri øðrum. Eitt annað, sum sama kanning vísir, er, at 95 % av næmingunum í kanningini siga, at tey hyggja í skíggja, eftir at tey eru farin í song. Her hugsi eg, at foreldur mugu tora at seta mørkini. Siga nei. Tí nú vita vit, hvussu skaðilig ov nógv skíggjanýtsla er. Tað kundi bøtt um støðuna, so næmingarnir verða betur førir fyri at luttaka í skúlanum. Lærarin skal mangan vera sosialráðgevi og sálarfrøðingur eisini, og tað er ikki okkara uppgáva – og alt ov krevjandi, tá ið lærarin stendur einsamallur við øllum.

Annvør Nielsen hevur arbeitt sum lærari síðani 1991 – mong ár í Venjingarskúlanum og nú í Skúlanum á Fløtum. Hon heldur, at flokslæraraleikluturin er vorðin so mikið krevjandi, at tað skulu tveir lærarar til at røkja hesa uppgávu, tí annars fer eingin at átaka sær uppgávuna um nøkur ár.

- Tað hendir meir enn so, at eitt barn rýmir ella krevur eitt starvsfólk. Á henda hátt ber til at arbeiða víðari í flokkinum, samstundis sum at einstaka barnið fær hjálp beinanvegin. Lærararnir kunnu hava ábyrgdina av hvør sínum bólki av børnum, og sostatt skulu foreldur venda sær til ávísa læraran, tá ið okkurt er. Toymið má semjast um felags reglur og samstarvshátt.

- Havi sjálv arbeitt eftir LP-háttinum (læriumhvørvi og pedagogisk analysa), og tað hevur givið góð úrslit, bæði fakliga og trivnaðarliga. Leggi sjálv stóran dent á fyrireiking, at gera skrá fyri hvønn tíma og at seta tíð á, so næmingarnir verða mintir á, hvat teir skulu.

Les alla samrøðuna, sum Katrin Dagbjartsdóttir hevur gjørt, í Skúlablað nr 2, 2026.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #