Tilfeingis- og Vinnumálaráðið: Landsstýrismaðurin í tilfeingis- og vinnumálum, Eirikur í Jákupsstovu, vitjaði í gjár Vørn, har Óli Hans Olsen, stjóri, tók ímóti og greiddi frá virkseminum á stovninum. Eisini greiddi Elias Zachariassen, deildarstjóri á MRCC, frá teirra arbeiði.
Vørn hevur ábyrgdina av fiskiveiðieftirliti við føroyskum og útlendskum fiskiskipum í føroyskum sjógvi og við føroyskum skipum, sum fiska uttan fyri føroyskan sjógv. Eftirlitið tryggjar, at fiskiskapurin fer fram sambært galdandi lógum, kvotum og fiskidøgum. Arbeiðið fevnir eisini um m.a. eygleiðaraskipan, fylgisveinaeftirlit og eftirlit við upp- og umskiping.
MRCC er mannað alt samdøgrið og hevur ábyrgdina av leiting og bjarging (SAR) á føroysku havleiðunum. Umframt SAR røkir MRCC eisini uppgávur innan tilbúgving móti oljudálking, sjúkraflutning við tyrlu og siglingarávaringar. Vanliga virkisøkið fevnir um havleiðina úr fjøruni og út á 200 fjórðingamarkið. Harumframt eru avtalur við grannalondini um sínámillum hjálp og samstarv.
Vitjanin gav landsstýrismanninum innlit í tað dagliga arbeiðið hjá Vørn og MRCC, sum er ein týðandi partur av trygd og eftirliti á føroyskum havleiðum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



