Sjálvandi skulu vit tosa við Russland. Men vit skulu ikki ímynda okkum, at ein telefonsamrøða við Putin í sjálvum sær flytur okkum nærri friði.
Munurin á ynskjunum hjá pørtunum í álopskrígnum, sum Russland førir ímóti Ukraina, er í veruleikanum sera einfaldur: Ukraina vil varðveita sítt sjálvræði og Russland vil avmarka tað. Tað er kaldi og einfaldi veruleikin, og ikki ein misskiljing sum dugnaligir diplomatar kunnu gera nakað við.
Diplomati hevur sjálvandi týdning. Tað kann skapa sambond og leggja lunnar undir vápnahvíldir og leyslating av krígsfangum. Men uttan trúverdugt hernaðarligt og búskaparligt trýst blívur samráðingarborðið skjótt eitt skálkaskjól, alt ímeðan kríggið heldur fram.
Tí er tað vandamikið, tá vesturlendskir politikarar selja sjálvt samskiftið sum eitt úrslit. Tað avgerandi er ikki, um Putin tekur telefonina, men um hann broytir atburð.
Og fyri okkum føroyingar má meginreglan vera, at smáar tjóðir hava tørv á einari heimsskipan, har rætturin hjá tí sterka ikki fær nakran fyrimun, bara av teirri orsøkini. Verður álop lønt við landaøki og politiskum valdi, verður heimurin ótryggari hjá øllum smáum tjóðum.
Málið má vera ein friður sum heldur og sum ukrainar sjálvir kunnu góðtaka. Vegurin hagar krevur, at Ukraina hevur styrki at verja seg.
Vit skulu geva friðinum ein møguleika.
Men tað gera vit ikki við at geva áleyparanum frítt spæl.
Tað meinar VP.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



