Tað einasta tíðarskeiðið, ein kvinna veruliga kann broyta ein mann, er meðan hann er smábarn
- Natalie Wood

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað einasta tíðarskeiðið, ein kvinna veruliga kann broyta ein mann, er meðan hann er smábarn
- Natalie Wood
Mítt tastatur

Kópurin er aftur komin á breddan.

Seinastu dagarnar hava fleiri ført fram, at kópastovnurin undir Føroyum er vorðin ov stórur, og at kópurin etur so nógvan fisk, at vit eiga at loyva veiðu fyri at minka um stovnin.

Tað kann vera, at vit hava ov nógvan kóp. Og tað kann eisini væl vera, at kópurin hevur ávirkan á fiskastovnarnar. Men tað er ikki nóg góð orsøk í sjálvum sær til at fara undir eina skipaða niðurberjing av kópinum, sum um hann var eitt annað skaðadjór.

Kópurin er partur av náttúruni undir Føroyum. Hann etur fisk. Tað hevur hann altíð gjørt. Fiskurin í sjónum er ikki bara okkara, tí vit hava funnið upp á at seta eitt virði á hann.

Skulu vit veiða kóp, eigur tað at vera tí, at vit ætla at gagnnýta kópin sum eitt tilfeingi. 

Vit føroyingar hava áður etið kópatvøst, og kópur hevur verið veiddur undir Føroyum í øldir. Tað ber væl til at taka hesa siðvenju uppaftur, um stovnurin tolir tað. Í 1960-unum varð enntá latin virðisløn fyri dripnan kóp, men tá var endamálið júst at fáa stovnin niður.

Tað eigur ikki at vera fyrimyndin í dag.

Um vit kunnu byggja upp eina burðardygga kópaveiðu, har tvøst, spik, skinn ella annað verður gagnnýtt ella selt, so er tað ein heilt onnur søga.

Tá gagnnýta vit eitt føroyskt náttúrutilfeingi – eins og vit gagnnýta fisk, fugl og grind.

Men at fara út at skjóta fleiri hundrað ella fleiri túsund kópar og tveita teir burtur, bara tí teir eta fisk, er hvørki skilagott ella virðiligt.

Kópurin er ikki ein fremmandur gestur í føroyskum sjógvi. Hann hoyrir heima her eins og fiskurin, fuglurin og hvalurin.

Og tað er eitt sindur stórbært at tosa um, at hann “etur okkara fisk”.

Tað næsta verður kanska, at lomvigi, súla og hvalur eisini skulu standa til svars fyri, hvussu nógvan fisk tey eta.

Náttúran er nú einaferð soleiðis háttað, at fleiri enn vit føroyingar liva av sjónum. Fiskurin er ikki okkara, fyrr enn vit hava fingið hann upp úr sjónum.

Tað eiga vit at megna at liva við.

Og áðrenn vit yvirhøvur taka støðu til, hvussu nógv eigur at skjótast, eiga vit eisini at vita, hvussu stórur stovnurin veruliga er.

Tá uppskot um kópaveiðu varð viðgjørt fyri nøkrum árum síðani, varð sjálvt frá almennari síðu staðfest, at vitanin um føroyska kópastovnin var lítil.

Tí eigur rætta raðfylgjan at vera greið:

Fyrst fáa vit vitan um stovnin.

Síðani finna vit út av, hvussu stór burðardygg veiða kann vera.

Og síðani finna vit út av, um kópurin kann gagnnýtast sum matur ella vinnuligt tilfeingi.

Ber tað til, so lat okkum endiliga veiða kóp.

Men kópurin skal ikki fáa eina deyðadóm, bara tí hann hevur tann óvana at eta sama fisk sum vit.

Hann var her áðrenn vit.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #