Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kjakið um gongd í haga er kyknað aftur, eftir at felagið hjá føroyskum bøndrum hevur fingið hálva millión krónur burtur av játtanini hjá Visit Faroe Islands.

Jarðir siga, at hetta er einasta veruliga uppskot til at fáa í lag skipaði viðurskifti. Ætlanin er, at øll sum fara útum bøgarðarnar skulu hava skyldu til at skráseta túrin í eini app, sum Jarðir millum annað skal brúka tær 500.000 krónurnar til at menna.

Visit Faroe Islands, Hagafelagið og Ferðavinnufelagið halda hinvegin lítið um uppskotið. Tey halda, at tað fer at gera spjaðingina ímillum føroyingar enn størri, enn hon longu er.

Men hvat heldur tú? Sig tína hugsan við at atkvøða í teiginum høgrumegin.

Les meira um evnið í hesum greinunum:

Jarðir ætlar at gera fráboðanarskipan sum øll ið fara ein túr í hagan hava skyldu at brúka

Viðmerking til kjak í løgtinginum í gjár

Hagafelagið: Strika ætlaðu játtanina til verkætlanina hjá Sp/f Jarðir

Fíggjarnevndin útveitir avgerðina um gongd í haga til Jarðir

Lógarbrot, branding og brendar brýr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo