
So bragdaði hjá føroyska talvlandsliðnum í EM. Sigurin á Skotlandi í fimta umfari var kærkomin.F.v.: Høgni Egilstoft Nielsen, Luitjen Akselsson Apol, Rógvi Egilstoft og Martin Poulsen

So bragdaði hjá føroyska talvlandsliðnum í EM. Sigurin á Skotlandi í fimta umfari var kærkomin.F.v.: Høgni Egilstoft Nielsen, Luitjen Akselsson Apol, Rógvi Egilstoft og Martin Poulsen
Talvsambandið: Føroyska talvlandsliðið fekk ein søtan EM-sigur í Georgia í fimta umfari í gjár hósdagin.
Tað eydnaðist við bit og slit at vinna lykladystin móti Skotlandi. Luitjen Akselsson Apol og Rógvi Egilstoft vunnu, Høgni Egilstoft Nielsen telvaði remis, og Martin Poulsen tapti.
Sigurin ber í sær, at Føroyar hava lagt Skotland og Írland afturum seg.
Í sætta umfari fríggjadagin verður telvað móti triðja liði hjá Georgia. Vertstjóðin hevur ikki færri enn fýra lið við í kappingini. C-liðið hjá Georgia er styrkismett beint ovari enn Føroyar.
EM - 5. umfar, 9. oktober
Skotland - Føroyar 1½ - 2½
Gordon F. Waldhausen 2389 - IM Høgni Egilstoft Nielsen ½ - ½
IM Andrew Muir 2157 - Luitjen A. Apol 2318 0 - 1
Jonathan Grant 2134 - Rógvi Egilstoft 0 - 1
Martin Mitchell 2117 - Martin Poulsen 2276 1 - 0
Ein ógvuliga søtur sigur. Leingi var líkt til, at dysturin fór at enda javnur, men so hendi tað, at skotin á triðja borði fór skeivur í javnari endastøðu, og Rógvi var náðileysur í avgerandi talvinum í dystinum.
Tað gleðiliga hendi, at Luitjen, sum hevur havt heldur tunga byrjan, vann ruddiliga í dag við hvíta fólkinum. Honum eydnaðist at fáa rættiligt glið á sítt álopsspæl, og brádliga var 1-0 til Føroyar. Løtu seinni endaði javnt á fyrsta borði. Har vikaðist javnvágin ikki av álvara nakrantíð.
Martin Poulsen kom stak illa frá byrjanarspælinum við hvíta fólkinum. Kanska er hansara heimabryggj við b3 í fyrsta leiki ikki nóg haldgott til týðandi kappingar. Ein venjari hevði kanska í fyrireikingum til slíka kapping helst lúkað burtur slíkar ónollur, sum sóust í byrjanarspælinum hjá hvítum í hesum talvi. Longu eftir einar fimtan leikir var rot komið í støðuna.
Rógvi sat við drúgvasta talvinum. Hann fekk nakrar finnur fyri mann, og tá komið var út í endaspælið, tóktist hann hava fullgott endurgjald fyri býtið. Eingin væntaði nú annað enn remis, men brádliga snávaði skotin og fór av kós. Nú var Rógvi knappur, og við eitt var støðan vunnin. Vorðið sum kúvending. So var liðugt, og Føroyar høvdu vunnið fyrsta EM-dystin í Batumi.
Georgia fríggjadagin
Í sætta umfari fríggjadagin er tað sum nevnt eitt av liðunum hjá Georgia. Roknast kann við jøvnum dysti, tó at georgiska liðið er styrkismett eitt vet ovari enn Føroyar.
Ukraina er nú á odda. Krígsherjaða landið vann í fimta umfari toppdystin á evropameistarunum úr Serbia. Ukraina hevur 9 stig, í hølunum á teimum eru Holland, Serbia og Frakland við 8 stigum.
Dystirnir í sætta umfari byrja á middegi fríggjadagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo