Mynd: Moritz Frankenberg/dpa/picture alliance
Mynd: Moritz Frankenberg/dpa/picture alliance
Volkswagen Group, sum eigur hesi bilamerki: Volkswagen, Škoda, SEAT, Cupra, Audi, Bentley, Lamborghini, Porsche, Traton (sum umfatar MAN og Scania lastbilar) og Ducati, stendur á einum vegamóti, har tey síggja seg noyddan at siga upp móti 100.000 fólkum úr starvi.
Avtala var at siga um 50.000 fólkum úr starvi í semju við starvsfólkadeildina, men nú vil leiðslan hækka talið.
Ein av stóru grundunum eru avbjóðingarnar úr Kina, sum klárar at framleiða nógv bíligari enn VW klárar í Týsklandi.
Framtíðin hjá týska stórframleiðaranum kann gera stóran mun á bilaframleiðslu í Týsklandi næstu árini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



