Skipið hjá Paul Watson, Bandero, siglir nú úr Íslandi til Írlands orsakað av einum neyðartilburði umborð.
Í einari dagføring hjá felagsskapinum á Facebook stendur, at trygdin hjá manningini altíð hevur fremstu raðfesting. Steðgurin verður tó stuttur; nakrir av manningini fara í land, og nýggj fólk koma umborð í teirra stað.
- Tað er trupult at forða ólógligu hvalaveiðuni hjá Kristjáni Loftsson, tí íslendska sjóverjan støðugt verjir tey bæði hvalaveiðiskipini. Vit eru kortini sannførd um, at vit kunnu forða Loftsson í at veiða alla kvotuna, stendur í dagføringini.
Í dagføringini verður eisini sagt, at rørslan hevur fingið stóran stuðul í Íslandi. Kristján Loftsson verður nevndur „ólukkuligur“ og „ævinliga illur“, og sagt verður, at hann hevur eina „treiska tvingsilshugsan um sadistiska slátran av mildum, sjálvtilvitaðum, gløggum og vitugum verum“.
At enda endurtekur felagsskapurin málið um at steðga virkseminum hjá Hvalur HF og sigur, at Bandero fer aftur til Íslands so skjótt sum gjørligt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



