Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild
Politikkur

Yvirskriftin er tikin úr einari fráboðan, sum eg, h. 25. januar 2026, fekk frá The Norwegian Nobel Institute.

Freistin at koma við uppskoti um tilnevningarnavn var á miðnátt h. 30. januar, og komandi fríggjadag, h. 9. oktobur, verður vinnarin av friðarprísi Nobels kunngjørdur.

Ein av daprastu døgunum í heimssøguni
Dagurin í dag, 7. oktobur, er ritaður í søguna sum ein tann daprasti. Tað var hendan dagin, fyri júst trimum árum síðani, at «andaherur óndskaparins», ikki bert í himmalrúmum, men á jørð við, vísti sítt sanna andlit og floymdi inn yvir Eretz Ísrael í óhugsandi tali og í óndskapi av higartil ókendum dimensiónum.

Úrslitið lagnudagin varð fleiri enn 1200 deyðir ísraelar, meðan fleiri enn 250 vórðu tiknir gíslar og burturflutt.

Óhugnalig tøl, men enn verri gerst veruleikin, tá vit líta at tí stríði, sum ógerðin byrjaði,  eitt stríð sum hevur kravt ósek mannalív í hópatali í øllum Miðeystri.

Hví eg havi tilnevnt Benjamin Netanyahu til friðarprís Nobels
Fyri meg er tað ein stórur heiður og forrættur at hava verið valdur á Føroya Løgting í skjótt tríati trý ár. Ein heiður, sum bindur meg til at virka fyri ta tjóð og tað fólk, sum hava valt meg. At kunna tilnevna mannin, sum í dag stríðist stríð allra tjóða móti einari ráari og kensluleysari terrorismu, er at tæna ikki bert føroyska fólkinum, men mongum, mongum øðrum.

Benjamin Netanyahu stríðir stríð okra allra móti terroristum, sum ikki virða mannalív, og hvørs endamál er at leggja allan  heimin undir eina valdsideologi. Familjan stendur við lið hansara og ber byrðuna saman við honum. At heiðra hendan megnar mann og familju hansara er mær ein forrættur, sum eg geri í størsta eyðmjúkleika og takksemi.

Ein av mongu vøkru søgunum, Bíblian sigur frá, er søgan um drotningina Esther. Ein søga, sum vit lesa um í Gamla testamenti. Hon bjargaði tjóð sínari úr djúpastu neyð, hon var drotning til tíð sína! Sama er við Benjamin Netanyahu, hann er av Gudi settur forsætisráðharri til tíð sína. Ein leiðari, sum sær vandan og sum ikki óttast fíggindan, men stríðist, fyri egnu og mongum øðrum tjóðum og fólkum, okkum til bjarging.

Hvat vænti eg av fríggjadegnum?
Neyvan verður forsætisráðharri Ísraela heiðraður fríggjadagin, tí til tað eru fordómarnir móti honum og tjóð hansara tíverri ov stórir. Men sjálvur fari eg nøgdur til dagsverkið fríggjamorgunin, vitandi at eg havi brúkt teir møguleikar, Harrin hevur givið og gevur mær.

Lyfti Hansara, sum vakir yvir fólki sínum og øllum teimum, sum líta á Hann, er:

»Eg skal signa tey, ið signa teg, og tann, ið tær bannar, honum skal Eg banna; og í tær skulu allar ættir á jørðini verða signaðar».

Eg fari at enda hesa fjølmiðlaheilsanina, sum eg byrjaði, við seinna partinum av heilsanini frá Norsku Nobelnevndini:

“The Norwegian Nobel Committee appreciate your effort in making this nomination.”

Jenis av Rana
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #