

Yvir 4200 alment sett starvsfólk skulu sendast heim í USA.
Ætlanarskriv er sent starvsfólkunum sum arbeiða innan fíggjareftirlit, heilsu og sosialmál í almenna sektorinum, skriva fleiri miðlar. Tað sum hendir nú hevur samband við, at stórir partar av tí almenna nú í 10 dagar hava verið við hús, tí arbeiðsplássið er stongt. Tað hendir, tí politikararnir ikki semjast um treytirnar fyri risastóru almennu skuldini sum má økjast enn meira fyri at fíggja lønarútreiðslurnar.
Donald Trump, forseti, hevur sagt, at tað eru demokratarnir sum ikki vilja ganga við til ta hækka skuldarloftið, demokratarnir siga, at tað eru republikanararnir sum ikki vilja gera eina semju.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo