Suksessin hjá norsku fótbóltsstjørnuni hevur elvt til at fleiri børn eru uppkallað eftir honum, skrivar peruvianska RPP, sambært NRK.
Fólkayvirlitið Reniec upplýsir í tíðindaskrivi, at tað eru ymiskir formar av navninum hjá norðmanninum:
4 hava fingið fulla navnið, Erling Braut Haaland.
91 hava fingið navnið Erling Haaland.
468 hava fingið navnið Haaland.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



