Talið á deyðum eftir ógvusligu vatnflóðina á markinum í millum Tibet og Nepal er nú komið uppá 750, men 3.044 eru framvegis ikki komin aftur í aftur.
Bjargingarlið stríðast framvegis eitt nærum vónleyst stríð fyri at bjarga fólki undan húsaleivdum og aðrastaðni. Eitt nú eru framvegis 900 arbeiðsfólk innistongd í tunlum, uttan vatn og mat og við næstan ongum súrevni, skrivar New York Times. Tað hevur lukkast at bora smá hol og fáa slangur við súrevni inn til fólkini, men tað er langt á mál, um fólkini skulu bjargast.
Enn er onki frætt um nakran norðurlending sum er millum tey deyðu. Men sum skilst eru minst tveir finnlendingar og minst ein svii ímillum tey, sum ikki eru komin aftur í aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



