Tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman soleiðis at tey sum veruligani hava brúk fyri hjálpini fáa hana
- Rósa Samuelsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman soleiðis at tey sum veruligani hava brúk fyri hjálpini fáa hana
- Rósa Samuelsen
Onnur tíðindi

Heilsu- og orkumálaráðið: Yvirfriðingarnevndin hevur í gjár, 10. november 2026, staðfest avgerðina hjá Náttúrufriðingarnevndini um at loyva ætlaðu vindmyllulundini í Klivaløkshaga á Sandi.

Verkætlanin fevnir um sjey vindmyllur við einum samlaðum mátti upp á í mesta lagi 30 MW.

- Ætlaða vindmyllulundin kann gerast eitt munandi íkast til grøna orkuskiftið í Føroyum og til at minka um nýtsluna av olju í elframleiðsluni. Hetta er eitt týdningarmikið stig á leiðini at gera Føroyar grønari, og eg fegnist um, at vit nú fáa framt ítøkilig úrslit innan grøna orkuskiftið, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum.

Drúgv málsviðgerð
Umsóknin um vindmyllulundina varð latin friðingarmyndugleikunum 8. mars 2024. Náttúrufriðingarnevndin fyri Sandoyar sýslu gav loyvi við treytum 4. oktober 2024, og málið varð síðani lagt fyri Yvirfriðingarnevndina.

Í august 2025 avgjørdi Yvirfriðingarnevndin, at tørvur var á einari nærri fakligari kanning av møguligu avleiðingunum fyri fuglalívið. Kanningin varð tøk hjá nevndini 16. oktober 2026.
Sambært kanningini kann vindmyllulundin verða bygd og rikin uttan munandi ávirkan á fuglastovnarnar í økinum ella í Føroyum sum heild.

Náttúruvernd og grønt orkuskifti
Yvirfriðingarnevndin hevur staðfest loyvið við teimum treytum, sum taka atlit til at verja náttúruna.

Millum annað skal byggiarbeiðið fara fram uttan fyri bútíðina hjá fugli, atkomuvegurin skal vera stongdur fyri almennari motorferðslu í rakstrartíðini, og fyrilit skulu takast fyri náttúru og fornminnum.

Stórur týdningur fyri føroysku orkuframleiðsluna
Ætlaða vindmyllulundin er mett at kunna framleiða umleið 150,7 GWh av grønari elorku um árið.

Ein slík framleiðsla fer at fáa stóran týdning fyri føroysku el-framleiðsluna og fyri møguleikarnar at minka um oljunýtsluna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #