Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire
Politikkur

Vitjanin byrjaði týsdagin, tá danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen tók ímóti ukrainska forsetanum.

Á fundi við stjórnarleiðararnar í Norðurlondum varð millum annað tosað um framhaldandi hernaðarligan stuðul til Ukraina, luftverju og verju av ukrainsku orkuskipanini, sum hevur verið fyri russiskum álopum.

Týsdagin vóru Zelenskyj og Mette Frederiksen eisini á Keypmannahavnar Universiteti, har tey tosaðu við lesandi um kríggið og trygdina í Evropa.

Í dag varð Zelenskyj móttikin av Fríðriki kongi á Amalienborg. Christian krúnprinsur og Mette Frederiksen vóru eisini við.

Síðani vitjaðu tey Kastellet, har ukrainski forsetin legði krans við minnismerkið fyri danskar hermenn, sum eru falnir í altjóða tænastu.

Á Kastellet fekk Zelenskyj eisini høvi at síggja nýggja danska verjutøkni, millum annað radaraútgerð og dronur, sum kunnu fáa týdning fyri ukrainsku verjuna.

Seinni vitjaði forsetin Fólkatingið, har hann helt røðu fyri fólkatingslimunum um støðuna í Ukraina og felags evropeisku trygdina.

Undan røðuni hevði Zelenskyj fundir við umboð fyri flokkarnar í Fólkatinginum. Eisini umboð fyri Føroyar og Grønland vóru boðin við til fundirnar.

Hetta er fimtu ferð, at Zelenskyj vitjar Danmark, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022.

myndir: Det danske kongehus og Lars Løkke Rasmussen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #