Ein donsk lóg frá 1920 um at lata inn hagtøl um húsaleigu fer úr gildi í Føroyum í morgin, 21. november. Hon er tann elsta av fimm lógum um hagtøl, sum Løgtingið hevur samtykt at taka av.
Lógin frá 1920 snúði seg um at savna upplýsingar um, hvat fólk rindaðu í húsaleigu, eins og stødd og innrætting av býlinum.
So seint sum í desember í fjør broytti Løgtingið gomlu lógina. Tá varð ásett, at sektir og dagsektir eftir lógini skuldu fara í landskassan. Nú fer øll lógin úr gildi.
Hinar fýra eru ein donsk lóg frá 1933 um hagtøl í Føroyum, ein føroysk hagtalslóg frá 1950, lógin um prístalið frá 1975 og lógin um manntalið í 2011.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



