Í 1997 búði eg í Fulham í London, beint undir innflúgvingina til Heathrow. Eg minnist, tá Concorde flúgvarin kom buldrandi uppiyvir, og eg sá eyðkenda tríkantaða skapið av flúgvarnum. Tað var sum um 2050 fleyg uppiyvir mær. Concorde fleyg dupult so høgt og meira enn dupult so skjótt sum ferðafólkaflogfør gera nú.
Eg eri tøknioptimist. Eg haldi, at tað er syrgiligt, at vit kundu ferðast dupult so skjótt millum London og New York fyri 50 árum síðani, enn vit kunnu í dag.
Concordurin var mentur í einum franskt/enskum samstarvi. Eina løtu var Europa fremst í tøknimenning. Tað er ikki støðan í dag.
Í dag er Europa á odda í búskaparstagnatión millum ídnaðarlond og í at festa plastikkproppar á fløskur.
Tær størstu yvirskriftirnar koma ikki av tøkniligum nýuppfinningum í ES, men hvørja ferð ES kommissiónin gevur milliardabøtur til tøknirisar, ið næstan uttan undantak koma úr USA ella Asia.
Hvat er ES komið við?
GDPR, sum fá skilja, og uppaftur færri ynskja. Vit kunnu takka ES fyri, at hundraðtals milliónir av fólki í Europa hvønn dag blint klikkja á ok til cookies, hvørja ferð okkurt skal latast upp á telduni. Onnur eru á odda innan vitlíki og hátøkni, meðan ES uppfinnur kassar at klikkja burtur av telduskermum.
Tað verður bara verri. Samstundis sum dátunýtslan eksploderar, so tryggja ymiskar ES reglugerðir og krøv, at tað er meira møtumikið at gera datacentur í Europa enn aðrastaðni.
Tað virkar sum ES kýtir seg at blíva rulliskoyta millum rasarabilar, og dúva uppá amerikanska tøkni og dátugoymslur í alla framtíð.
Politikarnir í øllum ES-londum vita av, at ES-feløg eru eftirbátar í hátøkni, men teir sita sum óforbundnir knøttar og hyggja at Bruxelles.
Miðlar gera lítið við hetta, og ov fá siga tað sjálvsagda, at ES politikkur steðgar tøknimenning í Europa og ger øll fátækari.
Skal ungdómur í ES droyma um at gera ein nýggjan Concorde til 21. øld, ella sláa seg til tols við at droyma um at framleiða húgvur úr endurnýttum skólissum?
Eg veit, hvat eg haldi.
Ben Arabo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



