Hagstovan: Fiskiveiða og aling eigur triðing av vøkstrinum í lønarkrónum. Hetta kemst serliga av løn í botnfiskiveiðu, sum seinastu 12 mánaðirnar er vaksin við næstan 45 prosentum samanborið við undanfarna tíðarskeið.
795 milliónir krónur, ella 6 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá juli 2025 til juni 2026 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar.
Vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini. Hetta sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



