BirkBloggur: Í hægstu agurkutíð, hvannatíð, tað er hon við tíðindaloysi, hevði Útvarpið eitt frálíkt innslag um nakað so eksotiskt og søguliga foredlað, sum føroyskt whisky. Man fer at gleða seg til rákan, tí søgan um whisky verður sterkast á óframkomiligari útoyggj, har gandakent afturhald verður sjálv drívmegin í marknaðarføringini.
Landstýrismaðurin, Bjarni Kárason Petersen, fegnast meðan ein annar landstýrismaður, Jenis av Rana, øtast og rópar varskó um whiskytíðindini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



