Húsligt arbeiði drepur neyvan nakran. Men hví taka kjansin?
- ókend

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Húsligt arbeiði drepur neyvan nakran. Men hví taka kjansin?
- ókend
Onnur tíðindi

Skotsku myndugleikarnir hava játtað Hetlandi 23 milliónir pund, tað er umleið 200 milliónir krónur, til fyrireikingar av undirsjóvartunlum, sum kunnu avloysa gomlu ferjurnar. Pengarnir skulu brúkast til projektering og umhvørviskanningar frá 2027 til 2030.

Hetlandsráðið hevur samtykt eina samferðsluætlan, har fyrsti tunnilin skal binda meginoynna og Yell saman. Síðani kann ein tunnil til Unst koma afturat.

Tunlarnir eru mettir at kosta ávikavist 525 og 505 milliónir pund. Forkvinna í ráðnum, Maggie Sandison, sigur, at avgerð um at byggja ikki kann takast, fyrr enn greitt er, hvussu tunlarnir skulu fíggjast.

Hetland rekur í dag ferjur til níggju oyggjar. Tær flyta umleið 750.000 ferðafólk árliga, og raksturin kostar 23 milliónir pund um árið. Nýggjasta ferjan er frá 2004, skrivar BBC.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #