SámalSunnudag: Íslendingar atkvøddu seint í august ímóti at fara undir nýggjar samráðingar við ES, og hóast talan “bert” var um eina fólkaatkvøðu, vil íslendska stjórnin fylgja henni. Ísland heldur eisini fram bæði í EBS og Schengen.
Men at vera uttan fyri ES ger eisini Ísland meiri sárbært mótvegis øðrum stórveldum. Vit liva í ófriðarligum tíðum, bæði vegna russar eystanfyri og amerikanarar vestanfyri og onnur stórveldi, ið lúra handan leiktjøldini.
Vit síggja enntá, at Grønland møguliga er á veg at verða uppslúkt av USA, ið gjarna vil hava ræði á øllum Norðuramerika - heilt frá Panamà til Peary Land. Ísland er heilt greitt eisini í áhugasferuni hjá USA, og nú Ísland hevur narrað Bruxelles, stendur Washington klárur við blómutyssinum.
Eisini Keypmannahavn skrúvar upp fyri sjarmuna við íløgum í flogvøll og telekaðal til Grønlands. Hesin seinni verður eisini lagdur inn til Føroya á vegnum. Ursula van der Leyen kom fyrri í vikuni við millardagávu frá ES til Grønland.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



