Uttan arbeiði eingin hvíld, uttan stríð eingin sigur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Uttan arbeiði eingin hvíld, uttan stríð eingin sigur
- føroyskt orðatak
Politikkur

Stendur ein avbjóðing fyri framman, so er tað umráðandi at loysa avbjóðingina sum skjótast. Vit hava tørv á heilsu- og røktarstarvsfólkum.

Búskaparráðið sigur, at næstu 10 árini, so fer talið av eldri yvir 80 ár at vaksa við 45 prosentum. Í sama tíðarskeiði verður tørvur á 450 nýggjum ársverkum á eldraøkjunum.

Sambandsflokkurin er ein flokkur, sum tekur ábyrgd. Vit loysa avbjóðingar.

Sambandsflokkurin er eisini einasti flokkur til hetta løgtingsvalið, sum hevur eina konkreta loysn til akutta tørvin.

Vit vilja lata ein árligan skattafrádrátt uppá 25.000 krónur til starvsfólk í heilsu- og røktarøkinum. Ein frádrátt til tey, sum eru á gólvinum og ikki verða nóg nógv vird.

Sambandsflokkurin raðfestir røktarøkið, tí vandin er annars, at verandi starvsfólk rýma og eingi nýggj leggjast afturat. Vit skulu betra umstøðurnar og eggja hugin at arbeiða á økinum – annars enda vit í somu støðu, sum grannalond okkara, har ið útlendsk arbeiðsmegi nøktar tørvin.

Tað má ikki henda, tí kommunikatión er alneyðug fyri røkt og trivnað.

Um vit ikki gera okkara – hvussu skulu tey áhaldandi tíma at gera teirra?

Bárður á Steig Nielsen,
formaður í Sambandsflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #