BirkBloggur: Emma Griffiths, sum í fjórðingsøld hevur rikið egna pr skrivstovu í New York av filmi, filmstevnum og arbeitt persónliga fyri filmsleikstjórar frá Aki, sum í Kaurismaki, til Werner, sum í Herzog, beyð mær í dag at síggja nýggja heimildarfilmin hjá Búa Egason Dam, "Birita", ið hon marknaðarførir úti í heimi, og í dag varð sýndur almenninginum fyrstu ferð á CPH:DOX stevnuni.
Leikarar eru Birita Mohr, Egi Dam, Búi Egason Dam og Tjóðhild Patursson. Framleiðarar eru Jón Hammer, Mark Steele og Durita Sumberg. Meistarligi Franklin Symphor Henriksen hevur filmað við livandi kamera, kubanski Ricardo Acosta hevur klipt og Tom Ryan sett atmosferufylta ljósið. Tónleikin spælir amerikanski jazzgittaristurin, Bill Frisell, sum er kendur frá týsku raffineraðu jazzplátunum, ECM, og í hinum borðinum frá amerikanskum akustiskum Americana og bluegrasshøpi. Vit hoyra eisini Ega spæla á klaver og syngja Leonard Cohen sangin "If It Be Your Will", sum Mavis Staples syngur í endanum. Filmurin varir 89 minuttir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



