BirkBloggur: Í morgun frættist í tíðindunum í Útvarpinum, at bókin hjá Marjun Syderbø Kjelnæs, Marta Marta, er í uppskoti at vinna Norðurlendsku Bókmentavirðikslønina, sum er hin størsta á okkara leiðum. Til lukku við tí.
Lítið meir enn eitt ár er umliðið, síðan ein mentastovnur bannaði hesa bók niður og norður, og føroyska deildin av einum tíggju millióna felagsskapi klagaði avgerðina til avvarandi landstýrismann.
Hóast eg ikki veit, hvat bókmentunarliga úrvalsfólkið hevði at velja í, má eg bara siga, at onkuntíð kemur útlandið okkum til hjálpar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



