Tað nyttar lítið at hava so opið sinni, at alt vit og skil rennur út
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað nyttar lítið at hava so opið sinni, at alt vit og skil rennur út
- ókendur
Merkisdagar

Uttanríkis- og Fiskimálaráðið: Í dag eru 30 ár liðin síðani flogvanlukkuna í Vágum, tá eitt Gulfstream flogfar hjá donsku verjuni undir innflúgving til flogvøllin datt niður í Selvík. Níggju fólk lótu lív.

Í hesum sambandi varð skipað fyri minningarhaldi í Sørvági, sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, tók lut í.

Minningarhaldið varð hildið við minnisvarðan fyri flogvanlukkuna, har Søren Gade, fólkatingsformaður, Jeppe Bruus, verjumálaráðharri, og Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, bóru fram minningarrøður, áðrenn kransar vórðu lagdir til minnis um tey, sum lótu lív.

Eisini varð heiðurstekin latið føroyskum og donskum bjargingarfólkum sum viðurkenning fyri teirra avrik í sambandi við flogvanlukkuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #