SámalSunnudag: “Í dag haldi eg, at vit øll á hesum høga tingi kunnu vera samd um, at rúsevni eru rótin til alt ilt. Og tí mugu vit leggja meira fyri nú. Fyrr í summar boðaði løgreglan frá, at brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari. Hald verður lagt á størri nøgdir av rúsevnum, og tað kann vera ein ábending um vaksandi misnýtslu.” Soleiðis segði løgmaður Beinir Johannesen m.a. Í ólavsøkurøðuni í ár, og seinni segði hann: “Men tað týdningarmesta er at fyribyrgja og tálma rúsevnanýtslu sum heild. Og her hugsi eg ikki bara um misnýtslu, men eisini nýtslu. Í seinastuni hava vit sæð fleiri dømi um, at tað er vorðið vanligt at taka rúsevni á almennum, sjónligum støðum, eitt nú á festivalum.”
Eitt eru nýggju rúsevnini, ið tykjast hava fingið fastatøkur á føroyingum. Men vit gloyma nógv hitt mest brúkta rúsevnið, ið framvegis er alkohol. Bæði á stevnum, festivalum og ikki minst á Ólavsøku fyllir alkohol sera nógv. Gaman í liggja fólk ikki í sama mun slødd á gonguteigum og grasvøllum, men hinvegin ber í dag illa til at fara á Ólavsøku, uttan at ganga framvið rúsdrekkabúðir á hvørjum horni. Nú á døgum nýtist ein ikki at fara inn á barrir fyri at keypa sær rúsandi løg, nei rúsdrekka verður nærum trýst inn á fólk, sum tey ganga oman og niðan Áarvegin, Vaglið, Niels Finsensgøtu og aðrar havnargøtur.
Við at normalisera alkohol á hendan hátt, skapa vit óneyðugar freistingar fyri ungfólk, ið leggja grundina fyri lívslangar alkoholtrupulleikar. Ein svensk kanning vísir, at tey flestu, ið gerast bundin, verða tað áðrenn tey fylla 25 og helvtin áðrenn tey fylla 21. Ólavsøkan hevur knýtt nógv góð og varandi bond, men tíverri eisini bundinskap at rúsi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



